Tórur vann CAG við føroyskum meti
Sterkasta kapping innan frælsa ítrótt í Danmark er Copenhagen Athletics Games (CAG). Her var Longdarlop á skrá, og Tórur Mortensen var ein av teimum, sum vóru komin gjøgnum nálareyga inn á startlistan har m.a. danski, íslendski, polski og norðurmakedonski meistarin, umframt svenski U23 meistarin. Bæði íslendski og norðurmakedonski royndu seg á EM í summar, har Íslendarin var 6 cm frá at koma í finaluna. Tórur var tí styrkismettur sum nr seks av teimum sjey luttakarunum.
Tórur legði seg á annað pláss í kappingini við einum lopið uppá 7,24 í fyrsta umfarið, aftanfyri Trajkovski úr Norðurmakedonia. Hendan støðan helt til fjórða umfarið, tá danski meistarin Larsen legði seg á fysta pláss, og íslendingurin Egilsson legði seg á annað pláss. Tórur lá sostatt á fjórða plássi tá byrja var uppá síðsta umgang. Her var danski meistarin fyrstur at leypa, men hann megnaði ikki at økja, men átti tó enn fyrsta pláss. So átti Tórur tørn, og gjørdi hann tað, hann so ofta hevur gjørt áður. Hann leyp sítt besta lop. Tað bleiv máta til 7,49 m, sum er 4 cm longri enn hansara føroyska met. Harvið legði hann seg á fremsta pláss í kappingini. So var bara at bíða. Fyrst leyp íslendingurin Egilsson. Tað var langt, men “bara” 7,44 m, og harvið lá Tóru enn nummar eitt tá Trajkovski leyp. Hann leyp eisini sítt longsta, men aftur var tað styttri enn lopið hjá Tórur. Harvið endaði Tórur, rættuliga óvanta, at vinna Copenhagen Athletics Games í Longdarlop, bara ½ ár eftir at hann flutti fokus í síni venjing frá Trýstøkk til Longdarlop.