Um felagið
Hjártatátturin:
Kittið í øllum – tað, ið fær alt at hanga saman sum nakað varandi – er eitt umhvørvi, har trivnaðurin situr í hásæti. Fremstu uppgávuna av hesum hava leiðararnir í felagnum, tí teir skulu lata nýggjum limum hana so skjótt sum gjørligt, tí tað er ein felags uppgáva og skylda, ið liggur á øllum í Hvirluni: øll skulu kunna vera her og kenna seg so mikið væl, at tey fáa lært og ment seg sálarliga sum likamliga við teimum evnum tey hava.