Tórur føroyskt met í sterkari kapping
Týskvøldið 21 januar var sterkasta kapping, sum hevur verið innandura í Danmark. Í hesari kapping skuldi Tórur Mortensen royna seg ímóti luttakarum úr Danmark, Norra, Svøríki, Týsklandi, Hollandi, USA og Mexico. Heilir fýra av luttakarunum høvdu lopið longri enn 8 m, har Sviðin, sum eigur fleiri silvurmerkir frá EM, var við á olympisku leikunum í París í 2024, meðan Norðmaðurin, sum eigur gull frá U23 EM, Makedonarin, sum eigur silvur frá U20 EM og Íslendingurinrin luttóku á EM í Rom í 2024. Í hesum selskapinum var Tórur styrkismettur, at enda sum nummar 11 og aftast.
Fyrsta lopið miseydnaðist, men í øðrum bøtti hann um sítt persónliga met til 7,34 m og tók samstundis føroyska metið. Hann legði seg samstundis á sjeynda pláss í kappingini. Í triðja leyp hann 7,28 m. Hann lá tó enn á sjeynda plássi og tí var hann millum teir átta, sum sluppu at halda á til finaluumførini. Her leyp Tórur 7,48 m og kom harvið heilt upp á eitt fjórða pláss. Fimta lop var eitt vet styttri, meðan hann í sætta tangeraði sítt nýggja føroyska met áljóðandi 7,48 m.
Tórur gjørdist sostatt nummar fýra, frammanfyri m.a. EM luttakarar úr Íslandi og Norra og bara 17 cm aftanfyri amerikumannin og makedonaran, meðan sviðin vann ein tryggan sigur.