54344065666 F2f6cd0659 O

Tórur DM silvur við føroyskum metið. Dánjal gjørdist nr 5

Tvær hvirlur royndu seg í dysti um, at gerast danskir meistarar inni í høllini í Odense. Tað vóru Dánjal Dahl Ljósheim, umboðandi Sparta í Keypmannahavn og Tórur Mortensen umboðandi Aarhus 1900.

Tað er minni enn eitt ár síðan, at Tórur valdi at steðga við Trýstøkk, fyri í staðin at fokusera uppá longarlop. Longu fyrsta summari megnaði hann, rættuliga yvirraskandi at ogna sær bronsumerkið á DM sum var í juli 2024. Nú var tað so DM inni, sum var á skrá, og hesaferð var Tórur styrkismettur á eitt bronsumerkið út frá, hvat menn høvdu lopið undan kappingini, 24 cm aftanfyri tann fremsta og 10 cm aftanfyri nummar tvey.

Tórur legði út við at leypa 7,29 m í fyrsta lopinum, og legði seg harvið á triðja pláss í kappingini. Næsta lopið var 7,21 m, men enn lá hann á bronsuplássinum. Í triðja lopinum fekk hann tað betri at sita, og fleyg hann heilt út á 7,54 m og legði seg harvið á annað pláss, bara 2 cm aftanfyri nr 1. Samstundis bøtti hann um sítt fýra vikur gamla føroyska met við 6 cm. Fjórða lopið bleiv aftur eitt vet styttri. Hann satsaði nógv tey síðstu, men hesaferð riggaði ikki, og harvið endaði hann við at ogna sær silvurmerkið, tveir cm frá gullinum, 15 cm frammanfyri nummar 2. Hetta var hansara tíggjunda heiðursmerkið á DM fyri vaksin, har hann eigur tey átta frá trýstøkk og so nú tvey í longdarlopi.

Dánjal Dahl Ljósheim, sum nýliga gjørdist pápi, hevur tikið seg støðugt fram, síðan hann flutti til Danmarkar í lestrarørindum. Hann skuldi royna seg bæði á 400 m og 200 m. Her var 400 m fyrra dagin, og har rann Dánjal, sum so ofta áður á truplu geil 1, har svingini eru krappast, og harvið truplast at renna. Ikki minst tá man er so høgur sum Dánjal er. Um tað var hetta, sum darvaði er ringt at siga, men Dánjal var seinur av stað, og lá aftast eftir fyrsta umgang á 200 m. Á øðrum umgangi vísti hann enn einaferð, at hann er sterkur, bæði kropsliga og mentalt, tí hann megnaði at renna seg fram til eitt triðja pláss í riðlinum. Tíðin hjá honum gjørdist 50,32 sek, sum er 1,27 sek skjótari enn hann hevur megnað fyrr í vetur. Samanlagt rakk tað til eitt fimta pláss.

Annan dagin rann Dánjal so 200 m. Hesin teinur er so mikið stuttur, at um tú ikki kemur gott úr blokkinum, so er lítið at gera. Hetta visti Dánjal, sum kom væl avstað og lá væl fyri fyrstu 100 m, men í øðrum svingi misti hann eitt sindur, men royndi so at halda síðstu langsíðuna á mál. Hóast hann ikki fekk tað at sita seinnu helvt, so rann hann teinin uppá 22,86 sek, sum er neyvt sama tíð, sum hansara persónliga met. Eins og á 400 m so gjørdist hann nummar fimm samanlagt.