Bartal fann enn eitt gear á 200 m
Eftir eitt kvøld, har ungu íðkararnir høvdu hugnað sær saman við spølum og øðrum, var aftur farið í Laugardalshøllina at kappast. Her var longdarlop og 200 m á skránni.
Fyrsta kappingin var longdarlop hjá 16-17 ára gomlu gentunum. Her royndu Bjalla, Elin og Lucia seg. Upphiting gekk væl, og fingu tær allar atrenning at sita. Tá kappingin byrjaði, vóru tær tó allar væl aftanfyri plankan. Lucia leyp 3,77 m, Elin 3,07 m og Bjalla 4,06 m. Lucia og Bjalla komu eitt sindur nærri plankanum í øðrum, og komu tær út á ávikavist 3,80 og 4,17 m. Í triðja umfari fekk Elin tað betri at passa, um enn hon var 30 cm frá plankanum. Hon leyp 3,35 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met. Lucia kom eisini longri og lendir á 3,93 m, meðan Bjalla leyp ein cm styttri enn í øðrum umfari.
Eftir ein steðg uppá góðar tveir tímar var 200 m á skrá. Her byrjaðu kvinnurnar, og hóast ungu hvirlurnar vanliga kappast í bólkinum 16-17 ár, so var mótstøðan hesaferð vaksnu kvinnurnar. Undir upphiting var avgjørt at Bjalla, vegna eitt í so uppspent baklær, sum hevði nervað hana alt vikuskiftið, skuldi geva avboð. Lucia og Elena vóru tó klárar. Fyrst í eldin var Lucia, sum føldi, at hennara bein vóru slitin av 60 m dagin fyri og so longdarlop um morgunin. Hon var tó til dystin fús, og fyrstu 80 m sást, hvat hon er før fyri. Tá vildu beini tó ikki meir og misti hon tí ferðina. Hóast hetta, so megnaði hon at bøta um sítt persónliga met á teininum, so tað nú eitur 33,11 sek. Elena, var sera óheppin, tí ikki nokk við, at hon hevði fingið truplu geil eitt. Tá starturin fór, traðkaði ein av dómarunum út á breytina beint frammanfyri hana, so hon noyddist at steðga ferðini og snara út á næstu geil. Hon beyt tó tennirnar saman, og kempaði seg á mál. Her var lønin, at hon á fyrsta sinnið rann teinin skjótari enn 30 sek. Tíðin gjørdist 29,94 sek.
Síðsta Hvirlan í eldin var Arni Bartal á 200 m. Her átti hann eitt persónligt met uppá 29,16 sek, og var málið at koma undir 29 sek. Hann fekk ein góðan start, og pressaði væl gjøgnum og úr fyrsta svingi. Hann helt ferðina og um møguligt økti móti endanum. Hetta gjørdi, at hann ikki bara kom undir 29 sek, hann kom eisini undir 28 sek. Tíðin hjá honum gjørist 27,85 sek, sum eisini er væl skjótari enn Arni Bartal megnaði, at renna teinin úti síðsta summar.
Nú kappingarnar eru lidnar, eru tey øll farin at hugna sær í svimjihylinum í Laugardalinum, og seinni í kvøld fara øll í Hamborgarafabrikkan, at fáa ein bita áðrenn ferðalagið kemur heim í morgin.
Samanumtikið hevur ferðin verið gull verd fyri felagsskapin, og ikki minst var tað stuttligt at síggja, hvussu ungu hvirlurnar aftur heilsaðu uppá javnaldrar úr Íslandi, sum tey áður hava tosað við á undanfarnum útgávunum av Stórmót. Hesin túrur letur seg einans gera vegna góðan stuðul frá grunninum "Reykjavik, Nuuk, Tórshavn" og NATA.