IMG 3850

Børn hugnaðu sær á Tórsbreyt

Útvið 150 børn komu, tey flestu til gongu, á Tórsbreyt tá Hvirlan aftur skipaði fyri frælsafagnaðinum "Stuttleikir" fyri tey yngstu.

Hvønn dag síggja vit, hvussu vit verða sammet við onnur, tað verði seg inna ítróttina, í skúlanum ella aðra staðni. Harvið er lívið blivið ov nógv ein spurningur um, at vísa at vit hava virði, við at verða betri enn onnur. Trupulleikin er at tað virði vit øll hava, sum persónur, fánar burtur. Dreymurin við Stuttleikum er, at børnini flyta fokus frá kappingini við onnur, til at síggja hvat tey sjálvi megna. Hetta verður gjørt við at ongir úrslita listar eru, og ongir taparara verður útvaldir við at geva nøkrum fáum "vinnarum" heiðursmerkið. Í staðin fáa øll eitt skreytblað tá tey melda til, og á hetta skreytskjal verður avrikini hjá barninum í 60m sprint, longdarlop og bóltkast, skriva. Vónin er, at hetta er við til, at vísa barninum hvat tað sjálvt megnar, heldur enn, um tað rennur skjótari enn onnur ella ikki, kastar longri enn onnur ella ikki og leypur longri enn onnur ella ikki. Allar týdningarmiklast er, at barnið kann sammeta úrslitið hjá sær við, hvat tað megnaði seinast og harvið síggja, at tað mennist frá árið til árs. Fyri avrikið fáa øll eitt heiðursmerki.

Annað endamál við leikunum er, at menna ungu íðkararnar í Hvirluni, tí tað eru teir, sum eiga tiltakið. Tey skipa fyri, eru dómarar og peningurin, sum kemur inn, verður nýttur til venjingarlegur, tey ungu eru á hvørt heyst.

Tað var landsstýrismaðurin í lógarmálum Bjarni Kárason Petersen, sum sjálvur hevur vant í Hvirluni, sum setti leikirnar. Hann tosaði um, hvussu frælsa ítróttin er við til at menna felagskenslu og byggir vinarbond. So fóru børnini til ymisku støðini, har tey kundu sprinta, leypa og kasta. Eftir at tey høvdu roynt alt nakrar ferðir, fingu tey heiðursmerkir. So kundu tey fejra avrikið við nýbakaðari vaflu ella heimabakaðari køku.

Stuðla tiltakinum høvdu SMS, Poul Michelsen og MBM

Fleiri myndir síggjast her