20230702 161919

VU spelen 2023

Tað hevur verið vanligt at sersambandið fyri frælsa ítrótt (FÍF), fer við teimum, sum hava klárað kravið til talent ella elitubólk til Svøríkis at luttaka í stóru kappingini VU-spelen. Hendan kappingin plagar at vera á Nya Ullevi stadion mitt í Gøteborg, men hesaferð var tað flutt til hugnaliga Slottsskogsvallen stadion, nakað uttanfyri Gøteborg.

Kappingin sigst verða heimsins størsta kapping innan frælsa ítrótt. Í ár vóru 2639 luttakarum úr nógvum ymiskum londum, sum luttóku í tilsamans 6545 startum. Høga luttakaratalið gevur møguleika fyri at fáa riðlar í renning, har íðkarar sleppa at royna seg móti øðrum á sama støði. Luttakaratalið hevur tó eisini avbjóðingar við sær, har tann størsta er innan teknisku greinarnar, har sera nógvir luttakarar kappast samstundis. Hetta ger, at tað er sera langt millum royndirnar, og ger tað at tað er meir sjálvsamt, at ein fær heilt góð úrslit at síggja har í teknisku greinunum.

Luttakarar úr Hvirluni hesaferð vóru hjá kvinnunum: Tinna Berg Jørgensen (100 m og 200 m), Guðrið Káradóttir Petersen (hamarkast), Sunniva Bogadóttir (Spjótkast), Lýdia Poula Simonsen (Kúlustoyt og Diskuskast) og Ai Waagstein (Spjótkast). Harafturat var Vibeka Eihilt Sivertsen, sum partvís venur við Hvirluni, men kappast fyri Treysti, við.

Fríggjadagurin var spjótdagur

Fyrsta hvirla í eldin var Ai Waagstein. Hetta var fyrstu ferð Ai var við FÍF til kapping uttanlands. Ai venur allar greinar, men hennara bestu úrslit eru komin í Spjótkast, sum var greinin, hon skuldu royna seg móti 18 gentum í bólkinum gentur 16-17 ár, har hon er partur av yngra árganginum. Ai hevur tikið seg nógv fram í Spjótkast, har hon í fjør (2022) onki venjingarkast hevði uttanfyri 30 m strikuna, er hon nú uttanfyri strikuna til flestu venjingar. Eitt er tó at venja um kvøldarnar, nakað annað er, at kasta langt í kapping tíðliga um morgunin, og hjá Ai var tað verðuliga um morgunin, tí tað var longu kl 09:15 hon skuldi kasta. Av tí at hetta var fyrsta kapping á degnum, so fekk Ai hita væl upp við 500 g tunga spjótinum. Í fyrsta kasti fekk hon ikki blokkin (vinstru síðu av kroppinum frá vinsta fóti til vinstru øksl) aktiveraðan og fekk hon tí ikki uppbygt tað forspenni, sum er grundarlagi undir longu kastunum. Kasti bleiv tó máta til 31,24 m. Í tí næsta sat tað væl betri, hon kom inn í blokkin og fekk útnytta forspenni til at geva spjótinum góða ferð, og lendi tað væl longri úti. Tíðanverri so lendi spjótið flatt, og var tað tí ikki góðkent (oddurin av spjótinum skal nerta við vøllin fyrst, um eitt kast skal verða góðkent). Í triðja var hon aftur eitt vet bleytari í blokkinum, men kom enn væl gjøgnum avleveringa. Úrslitið gjørdist eitt kast uppá 32,72 m, sum bara er 38 cm frá hennara persónliga meti.

Sunniva Bogadóttir var næst í eldin. Hon skuldi eisini royna seg í spjókast, men í mun til Ai, so vá spjótið 600 g. Persónliga metið hjá Sunnivu er frá 2019. Eitt slitið krossband hevur tó gjørt, at hon bara hevur vant fult frá sumri 2022. Her hevur hon arbeitt við at fáa ferð inn í atrenningina, sum er avbjóðandi tí tað setur eyka krøv til blokkin, har vinstra knæ er avgerandi. Her hevur gingið støðugt framá, men pína í knæðnum fyri nøkrum vikum síðan gjørdi, at intensiteturin í kastinum fór niður, og síðan hevur hon arbeitt við at uppbyggja álit á at knæði heldur. Hetta skuldi standa sína roynd í Gøteborg. Tað vóru 26, sum kappaðust samstundis, og gjørdi tað at pausan millum hvørt kast gjørdist í longra lagi. Heldigvís var  møguligt at hita væl upp við spjótinum áðrenn fari var í gongd, og kvitteraði Sunniva við einum kasti, har ein góður blokkur vísti at hon er við at finna røttu kensluna aftur. Hon hálaði tó eitt sindur niður í kasti (spjótið peikaði hægri enn rætningurin av kraftini í kastinum). Kasti bleiv tó máta til 37,13 m, sum er væl longri enn hon hevur kastað higartil í summar. Í næsta kasti rakti hon rætningin betur, men fekk ikki armin upp í avleveringini, og ger tað at hon ikki fær kobling millum blokkin og kasti, og harvið manglaði elstikki í forspenninum. Kasti var eitt sindur styttri. Tað triðja miseydnaðist, og valdi hon tí at gera yvirtrakk.

Sprint, miðtein og kast annan dagin.

Annar dagurin byrjaði við 100 m, har Vibeka Eihilt Sivertsen royndi seg. Vibeka, sum primert hevur vant sprint í vetur, skal kappast á 1500 m á oyggjeikunum, og tí er fokus í venjingini flutt yvir á 1500 m. Tað var tí spennandi at síggja, hvussu nógv tað ávirkar hennara ferð á stytsta sprint-teininum. Blandingsvenjing er ongantíð optimalt, men Vibeka er óvanliga viljasterk, og ger tað hon kann til hvørja tí einastu venjing. Í sprintinum hevur hon arbeitt við at rætta kraftina niður í fótísetan, har hon fyrr hevur hála seg í so nógv fram. Til venjingar hevur hetta til tíðir rigga væl, men enn er tað ikki automatisera, og sást tað tá skotið fór, tí hon gleið yvir í gamla teknikkin, og fekk tí ikki útnytta elastiku kraftina í fótisetanini. Hóast hetta, so rann hon teir 100 m uppá 13,80 sek, sum bara er 0,04 sek frá hennara persónliga meti.

So var tað Tinna Berg Jørgensen, sum átti tørn. Tinna hevur í longri tíð striðst við trupulleikar í fótinum, og hevur hetta gjørt, at hon ikki hevur fingið vant so nógv at specifikkum sprintúthaldni, sum ynskiligt hevði verið. Haraftur merkir trupulleikin at tað kann verða trupult at traðka til í startin. Hon hevur tó fingið startin at rigga væl, har hon til venjing hevur verið skjótari enn nakrantíð. Toppferðin hevur eisini verði á góðari leið. Í Gøteborg var hon í øðrum riðli, og hesaferð fekk hon ikki tann eyðkenda explosiva startin, og var hon tí ikki fremst eftir fyrstu 10 m, sum hon plagar at vera, eisini tá hon rennur móti sterkum rennarum. Hon kempaði tó væl og var við leingi, men manglandi specifikka sprintúthaldni kostaði síðstu metrarnar. Tíðin gjørdist tó 13,16 sek (w: 0,0 m/s).

Lýdia Poula Simonsen byrjaði sína kapping við kúlustoyt. Hetta er hennara primergrein, har hon m.a.vann eitt broncumerkið á oyggjaleikunum á Gibraltar fyri fýra árum síðan. Lýdia tók eina pausu frá frælsu ítróttini eftir oyggjaleikirnar á Gibraltar, men hevur nú vant eina tíð, og er tað ein støðug framgongd at síggja. Á VU Spelen legði hon varliga út, og kom hon tí ikki undir kúluna. Harvið bleiv flogið of flatt, og lendi kúluna á 10,29 m. Í næsta kom hon væl undir kúluna, men var hon enn í so varin. Hon kom tó út á 10,55 m. Í triðja kom meir ferð á, og so kom hon enn einaferð útum 11 m strikuna við at stoyta 4,0 kg tungu kúluna út á 11,02 m. Hetta gjørdist endaliga úrslitið hjá henni.

So átti Vibeka Eihils Sivertsen aftur tørn. Nú var tað 1500 m teinurin, sum skuldi rennast. Tað er 3 ¾ umgangur á rennibreytini. Upprunaliga vóru nógvar tilmeldaðar, men tá starturin fór, vóru tær bara 5 sum fóru avstað, og tíðanverri høvdu allar tær, sum høvdu líknandi persónlig met sum Vibeka, melda frá. Tí var avrátt at leggja út í einum tempo, sum svaraði til eina endaliga tíð líka omanfyri 5 min. Hetta er tempo hon hevur vant, men har var glopraregn og eitt sindur av vindi meðan Vibeka rann, og var tað ein stór avbjóðing. Vibeka legði tí út í einum tempo, sum var eitt vet seinni enn avtalað. Hetta tempo helt hon uttan trupulleikar, og kom hon á mál uttan at hava givið seg heilt, og tí er ongin ivi um, at har er meir at koma eftir. Tíðin hjá Vibeku gjørdist 5 min 36,01 sek.

Síðst í eldin annan dagin var Guðrið Káradóttir Petersen, sum skuldi royna seg við 4,0 kg tunga hamarnum. Hamarkst plagar at vera eitt heilt annað stað í Gøteborg í mun til restina av VU Spelen, men hesaferð var VU spelen flutt, soleiðis at nú var VU Spelen sama stað, sum Guðrið kastaði hamarkast. Tá Guðrið stóð klár at byrja vísti tað seg, at undanfarna kapping var so mikið nógv seinka, at Guðrið noyddist at bíða, ein heilan tíma áðrenn hon slapp at kasta. Tá so kappingin endiliga fór í gongd, vísti tað seg, at kvinnurnar kappaðust samstundis sum 18-19 ára gomlu genturnar. Hetta gjørdi at tað var næstan ein hálvur tími millum hvørt kast, og sum steinur omaná byrðu, so var bæði regn og vindur. Nógva seinkanin gjørdi at Guðrið fekk eittans upphitingarkast, og tað miseydnaðist í váta og hála ringinum. So fór kappingin í gongd. Her var Guðrið sera varin í fyrsta kasti, og fekk hon harvið kasta diskin út á 38,51 m. So var ætlanin at økja um kraftina í hvørjum av fylgjandi kastunum, men so skjótt Guðrið setti trýst á fótin gleið hann undan. Tískil miseydnaðist næsta kasti. í triðja fekk hon meir kraft niður í jørðina og umgekk harvið at glíða í startinum, og kom hon væl inn í kasti. Ferðin var væl hægri enn fyrsta kast, men tíðanverri fór hamarin í netið. Hennara besta gjørdist harvið 38,51 m.

Triðja dagin var diskuskast og 200 m á skránni.

Vibeka Eihilt Sivertsen endaði sína luttøku á VU-spelen við at renna 200 m. Hon føldi 1500 m í beinunum, og tí var eyka orka løgd í upphitingina fyri at fáa beinini klár. Upphiting var nýtt til at justera fótísetan, soleiðis at tað var optimera til sprint. Hetta eydnaðist væl, tí tá starturin fór, fekk hon munandi meir kraft í hvørt fetið, og helt hon hetta trýsti runt svingið. Hon kom úr svinginum við góðum stílið og helt hon hetta til tað nærkaðist endanum, har hon byrjaði at missa formin eitt sindur. Hon megnaði tó at renna teinin uppá 28,20 sek, sum er gott ½ sek skjótari enn hennara persónliga met. Tíðanverri var vindurin 2,3 m/s og harvið 0,3 m/s og nógvur til at met kunna góðkennast. Tað, at hon megnar at renna so skjótt eftir 1500 m venjing og einum 1500 m kapping í beinunum frá degnum fyri tíður uppá, at hon hevur meir í sær, tá venjing ikki longur er tvíbýtt millum sprint og miðtein.

Tinna Berg Jørgensen royndi seg eisini á 200 m. Her var avrátt undan startinum at nýta hesa kapping, sum teknikvenjing undir press, tvs fokus var eftir startin at koma upp at sprinta ”pent” næstu 50 m, so pressa úr svinginum og so aftur sprinta ”pent” síðstu 80 m. Hetta gjørdi hon júst sum planlagt. At renna pent, kostar ferð, men í hesum førinum var ætlanin at optimera venjingina í, at halda ein optimalan teknik, heldur enn at optimera tíðina. Úrslitið gjørdist tó at Tinna, við tíðini 27,59 sek, rann sín skjóatasta 200 m í ár.