IMG 0412

Vindur, sólskin og flott avrik annan dagin av FMU

Annar dagurin byrjaði við nógvum vindi og gav tað sínar avbjóðingar, men endaði í sólskin og stilli. Hvirlunar taklaðu allar umstøður væl, og syrgdu aftur annan dagin fyri einari røð av góður avrikum.

Gentur 8-9 ár.

Heilar sjey Hvirlur vóru klárar tað 40 m varð skotið í gongd. Tær vórur: Anna Effersøe Nónstein, Annsy Arnholdsdóttir Høghamar, Debora C. Christiansen, Jana Hammer, Malena Vesenberg Thomsen, Martha Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen. Av tí at tað vóru 10 í alt, so var neyðugt við tveimum riðlum. Her runnu Jana, Debora, Anna og Malena í fyrra riðlinum. Her rann Jana teinin uppá 7,07 sek, sum er 0,08 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Debora rann teinin uppá 7,69 sek, sum er 0,53 sek skjótari enn hennara besta. Anna rann teinin uppá 8,21 sek, sum er 0,3 sek betri enn hennara besta, meðan Malena rann 9,55 sek í síni fyrstu kapping á hesum teininum. Í seinna riðli rann Wivi teinin uppá 7,39 sek í síni fyrstu kapping á teininum og Annsy, somuleiðis í síni fyrstu kapping á hesum teininum, rann teinin uppá 7,53 sek, meðan Martha rann teinin uppá 8,51 sek.

Allar sjey fóru síðan til longdarlop. Hetta var fyrstu ferð Annsy og Malena royndu seg í hesi grein. Her legði Jana út við at leypa 3,35 m, Wivi leyp 3,06 m, Annsy 2,55 m, Anna 2,08 m, Martha 2,00 m og Malena 1,73 m. Anna økti í øðrum til 2,55 m, Martha til 2,06 m og Malena til 1,88 m. Í triðja umfarið takti Jana neyvt somu longd sum í fyrsta lopið, og í fjórða økti hon til 3,41 m. Hinar royndu eisini, men ongin megnaði tað hesaferð. Úrslitið gjørdist tískil at Wivi leyp 0,6 m longri enn hon hevur megnað áður, Anna 16 cm longri og Martha 9 cm longri.

Dagurin var tó ikki heilt liðugur, tí 4x100 m boðrenning var eftir, og her var hvirlu-liðið manna við Marthu, Wivi, Janu og Annsy. Tað mest spennandi við boðrenning eru skiftini, har boðini verða givin frá einum sprintara til tann næsta. Her vóru hvirlurnar tryggar og runnu boðini heim við tíðini 1 min 18,54 sek.

Dreingir 8-9 ár

Hjá dreingjunum vóru fýra hvirlur við. Hesar vóru Josef Vinther Tummasarson, Jónas Jógvansson Kjær, Natan S. Christiansen og Verland Benjamin Nielsen Kruse. Eins og hjá gentunum so var neyðugt við tveimum riðlum, og her vóru Jónas, Jósef og Verland Benjamin í fyrra riðlinum. Jósef rann 7,42 sek í sínari fyrstu roynd á teininum. Jósef var, við at renna teinin uppá 7,68 sek, 0,01 sek frá sínari bestu tíð, meðan Verland Benjamin rann teinin uppá 8,37 sek. Natan var í seinna riðlinum. Tá íðkarar geva alt, er tað onkuntíð at óhapp henda, og her var Natan óheppin, at detta tá hann royndi at geva tað allar síðsta móti málinum.

Teir fóru so allir til longdarlop, har Jónathan Vinther Tummasarson eisini var við. Her legði Jónas út við at leypa 2,92 m, Verland Benjamin leyp 2,10 m, Natan leyp 1,91 m og Jónathan 1,73 m. Jósef, sum ikki fekk fyrsta lopið góðkent, leyp 3,00 m í øðrum umfarið, meðan Jónathan økti til 1,98 m. Jósef økti í triðja til 3,18 m, meðan Verland Benjamin økti til 2,40 m. Allir royndu at koma longur út, men hetta var tað besta hesaferð. Harvið lupu Verland Benjaming og Jósef  8 cm longri enn teir høvdu megnað áður og Jónas 2 cm longri enn hann hevði megnað áður.

Jónatan, Verland Benjamin, Jónas og Natan endaðu sín dag við at renna 4x100 m. Her var Jónatan óheppin at missa boðini, men hann handlaði skjótt, tók tey uppaftur og leyp avstað aftur, hareftir gekk tað gott allan vegin, boðini komu trygt runt. Tíðin gjørdist 1 min 30,18 sek.

Gentur 10-11 ár

Rebekka Æðustein Thomsen og Helena Effersøe Nónstein byrjaðu við longdarlop. Her løgdu báðar út við leypa væl longri enn tær høvdu megnað áður. Helena kom út á 3,05 m og Rebekka út á 3,11 m. Tær royndu at koma enn longri, men hesaferð kom tað longsta hjá báðum í fyrsta umfari, men øll lopini hjá báðum vóru longri enn tað besta undan kappingini. Helena legði sostatt 31 cm afturat sínum besta, meðan Rebekka legði 13 cm afturat tí longsta, hon hevði lopið undan kappingini.

So var boðrenning á skrá, og her vóru tær bara tvær, men Anna og Debora frá gentur 8-9 ár, vildu gjarna hjálpa, og harvið hevði Hvirlan eisini lið her. Tær runnu væl og megnaði eisini at renna boðini trygt runt Tórsbreyt. Tíðin hjá teimum gjørdist 1 min 27,37 sek.

Gentur 12-13 ár

Elisabet Joensen legði út við at kasta spjót. Hetta er grein hon hevur vant, og sást tað longu frá byrjan, tí í nógva mótvindinum megnaði hon at kasta spjótið út á 21,10 m, sum er lítlan metur styttri enn hon hevur megnað áður. Í næsta kastinum royndi hon at koma meir fram í kasti, men tað miseydnaðist. Triðja sat eitt sindur betri og fjórða fór aftur út um 20 m strikuna. Tað vísti seg at vera 1 cm styttri enn tað fyrsta. Elisabet vann sær sostatt gullmerkið við teimum 21,10 m hon kastaði í fyrsta umfari.

Næsta greinin var 80 m og her var Ria Langgaard klár. Hon hevði fingið geil 2. Hon fek góðan start, og kom væl upp at renna. Hon kempaði í einari sera tættari kapping allan vegin. Hetta gjørdi at hon rann teinin uppá 12,58 sek, sum er 0,34 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Hetta rakk til eitt triðja pláss í kappingini.

Elisabet kastaði eisini diskus. Eftir at hava arbeitt eitt sindur við at halda diskin undir upphiting, so fór hon í gongd. Hon kastaði 12,04 m í fyrsta kasti. Hetta økti hon til 13,47 m í øðrum. Triðja var eitt vet styttri. Tá hon so í síðsta gav alt hon átti, endaði diskurin tíðanverri uttanfyri. Harvið endaði hon á øðrum plássi við 13,47 m, 9 cm frá gullinum.

Av tí at tær vóru einsamallar, so var neyðugt við einari hjálpandi hond fyri at manna lið til 4x100 m boðrenningina. Her mannaðu tær lið saman við tveimum bragdagentum. Hetta vísti seg at vera eitt gott val, tí tær runnu væl, og komu á mál við tíðini 1 min 1,63 sek, sum rakk til eitt gullmerkið.

Gentur 14-15 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð var einsamøll hvirla í bólkinum 14-15 ár. Eftir at hon longu hevði roynt seg í trimum greinum fyrsta dagin, so hevði hon aftur tríggjar greinar á skrá næsta dagin. Fyrsta greinin var 100 m. Styrkin í sprintinum hjá Bjallu eru longru sprint-teinarnir, men hon vildi gjarna royna stytsta teinin eisini. Hon misti eitt sindur í startinum, men kom so upp í ferð og fylgdi væl við hinum. Harvið megnaði hon at ogna sær eitt bronsumerkið við tíðini 14,11 sek, sum er 0,05 sek skjótari enn hon hevur runnið áður.

Næsta greinin var hæddarlop. Her royndi hon á fyrsta sinnið at leypa uttan at saksa, tvs leyp uppum soleiðis, at hon lendi á rygginum heldur enn beinunum. Hetta riggaði væl hjá henni. Hon kom uttan trupulleikar uppum 115 cm, 120 m og 125 cm. Á 130 cm kom hon í so tætt uppá stongina fyrstu tvær royndirnar, men so bar til. So fór yvirliggjarin upp á 135 cm. Aftur var hon í so nær við yvirliggjarin. Síðsta royndin var líka við, men tíðanverri dattt yvirliggjarin og harvið endaði hon við einum silvurmerkið við 1,30 m.

Síðst greinin var 300 m, har fyrstu 100 m skuldu rennast í mótvindi. Her legði Bjalla í so varðliga út, og misti hon harvið tíð, men hon pressaði væl móti endnum og tryggjaði sær harvið gullmerkið við tíðini 47,42 sek, sum er persónligt met við 0,42 sek.

Dreingir 14-15 ár

Kappingarnar hjá 14-15 ára gomlu dreingjunum byrjaði við 100 m og her var William Erik Schilling Kruse klárur. Eftir ætlan skuldi Jóhan Waagstein eisini verða við, men hann hevði fingið ein lítlan skaða í fótbóltsdysti, tí var avgjørt at best var at hann ikki pressaði for nógv. William fekk ikki ein optimalan start, men hann er væl fyri tekniskt og fekk runnið seg fram á eitt fyrsta pláss. Tíðin gjørist 14,38 sek, sum er 0,06 sek skjótari enn hann hevur runnið áður.

So var hæddarlop á skrá, og aftur var William við. William dámar væl hæddarlop, og sást beinan vegin, hvussu tryggur hann er í lopunum. Rólig atrenning og so eitt avsett. Hann fór inn í kappingina á 120 cm, har hann kom lættliga uppum. Hann kom eisini lættliga uppum allar hæddir til og við 140 cm. Tá so stongin fór upp á 142 cm steðgaði. Fyrsta royndin miseydnaðist heilt, men tann næsta og tann triðja vóru líka við, men hesaferð gekk ikki. Hann ognaði sær tó gullið við teimum 1,40 m hann kom uppum.

Triðja greinin var Diskuskast, og her vóru Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Jóhan, sum kundi luttaka uttan at stressa skaðan. Her legði Baldur út við at kasta 24,22 m í fyrsta umfari. Jóhan kastaði 21,34 m á øðrum plássi, meðan Jógvan Ingi kastaði diskin útum, og fekk tí onki úrslit. Baldur, sum longu hevði lagt smáðar 2 metrar afturat sínum persónliga metið, økti við næstan einum metri í øðrum og legði harvið Jóhan longur afturum seg. Kasti bleiv máta til 25,06 m. Kasti hjá Jógvan Inga fór aftur útum. Í triðja umfarið fekk Jóhan betri flog á diskin og kom út á 22,19 m. Baldur var aftur omanfyri gamla persónliga metið, men hesaferð var kasti eitt vet styttri. Fjórða umfar broytti onki og harvið var støðan, at Baldur lá á odda við 25,06 m. Jóhan var nummar tvey við 22,19 m, meðan Jógvan Ingi ikki hevði nakað góðkent kast. Hetta broyttist í fimta umfarið, tí nú rakti Jógvan Ingi og diskurin lendi heilt úti á 25,52 m, og fór hann harvið framvið hinum báðum. Jóhan valdi at steðga, og tí var tað nú upp til Baldur at vita um hann kundi svara aftur í síðsta umfarið. Kasti var gott, men tó ikki longri enn hansara besta, og sostatt vann Jógvan Ingi við 25,52 m, sum er persónligt met við 1,11 m. Baldur á øðrum plássi bøtti um sítt persónlig met við 2,30 m, meðan Jóhan gjørdist nummar trý við einum kasti sum bara ar 18 cm frá hansara persónlig meti.

Næsta greinin var 300 m, og her var William aftur klárur. Tíðanverri so var ongin annar við, og at renna slíkan tein einsamallur er trupult. Hann gjørdi tó sítt besta, men manglandi kappingin gjørdi, at tíðin ikki bleiv so góð, hon annars kundi blivið. Endaliga tíðin var 50,85 sek.

Síðsta greinin var spjótkast, og her vóru allir fýra við. Vantandi fór hetta at verða en kapping millum Jógvan Inga og Jóhan um gullið og millum Baldur og William um bronsuna, og so var, tí longu í fyrsta umfarið kastaðu Jógvan Ingi og Jóhan út við 30 m strikuna, meðan William og Baldur vóru innanfyri 20 m strikuna. Longst kom Jógvan Ingi við 33,08 m. Jóhan kastaði 29,04 m. Willim kastaði 15,84 m og Baldur 14,12 m. Jóhan kastaði 30,22 m í øðrum umfarið, men Jógvan Ingi longdi frástøðuna, við at kasa 34,38 m. Jóhan megnaði í fimta umfarið at økja til 31,55 m, sum bleiv tað longsta og harvið ognaði hann sær silvurmerkið aftanfyri Jógvan Inga, sum endaði 34,38 m, men frammanfyri William, sum kastaði 19,49 m. Baldur kastaði 16,00 m á fjórða plássi.

Gentur 16-17 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen, Elin Johnsdóttir og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu á 100 m teininum. Her var spenninguri, tí venjing í seinastuni hevur víst, at okkurt kann verða ávegis. Tað er tó munur á venjing og kapping, og ofta endar man við at glíða aftur í gamlar vanar, tá kapping er. Starturin hjá Elenu miseydnaðist heilt, men hon er kvik og fekk runnið seg upp. Lucia, sum hevur broytt stílin nógv í seinastuni, gleið aftur í tað gamla, men var tó við í dystinum um fyrsta pláss leingi, inntil hon dragnaði móti endanum. Elin, sum venur kast, og har mest hamarkast, rann væl. Úrslitið gjørdist at Elena fekk tíðinba 13,91 sek, sum er neyvt sama tíð hon hevur runnið áður. Tað rakk til silvurmerkið. Lucia fekk tíðina 14,74 sek, sum er 0,14 sek skjótari enn hon hevur runnið áður. Tað rakk til bronsumerkið frammanfyri Elin, sum fekk tíðina 15,70 sek, sum er 0,08 sek skjótari enn hon hevur runnið áður.

So var diskuskast á skrá. Her vóru Elin og Lucia við saman við Ai Waagstein. Ai hevði besta útlegg við 15,14 m. Lucia kastaði 9,32 m, meðan kasti hjá Elin miseydnaðist. Ai økti í øðrum út á 18,24 m og í triðja til 21,98 m. Elin bøtti um sítt persónliga met í øðrum kasti til 14,29 m, og Lucia økt til 12,57 m í øðrum, men hóast góðar royndir so kom ongin longur hesaferð, og harvið fór Ai heim við gullinum frammanfyri Elin á øðrum plássi og Luciu á triðja.

So var spjótkast á skrá, og her vóru Ai og Elin aftur klárar. Spjótkast er primergreinin hjá Ai, og hóast hon fekk ein, fyri hana, ringa byrjan, so legði hon seg á fyrsta pláss við einum kasti uppá 27,27 m. Elin bøtti um sítt persónliga met longu í fyrsta kasti til 22,46 m. Ai misti armin í atrenningin fyrstu kastini, sum øll vóru styttri enn 30 m, men í fjórða umfarið riggaði betur, tá sat armurin og fekk hon kasta beint inn í sterka mótvindin. Úrslitið gjørdist 33,50 m. Í fimta fekk hon enn meir kraft í spjótið, men hon dróg eitt sindur niður í tað, tvs at kraftin í kastinum hevði ikki sama rætning sum spjótið hevði tá hon slepti. Tí bleiv flogið ikki optimalt. Hóast hetta, so lendi tað úti á 35,25 m, og harvið vann hon eitt trygt gullmerkið frammanfyri Elin, sum kastaði 22,46 m.

Genturnar vóru tó ikki lidnar, tí boðrenningin var eftir. Her mannaðu Ai, Elena og Elin lið, saman við Bjallu. Ai átti fyrsta túrin, hon avleveraði til Bjallu, sum átti ”langa” túrin á handaru langsíðuni á Tórsbreyt. Hon avleveraði til Elin, sum rann seinna svingið og avleveraði til Elenu, sum rann heim. Øll skiftini sótu trygt, og gjørdist tíðin 60,21 sek, sum rakk til eitt silvurmerki.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal Joensen var einsamallur at umboðað Hvirluna í hesum bólkinum. Hann byrjaði dagin við at renna 100 m. Hann hevur tikið seg nógv fram í ár, men enn hevur hann til góðar, at renna eina kapping á 100 m, har undanvindurin ikki er ov nógvur til, at eitt met verður góðkent. So var aftur í dag, men honum so líkt, so gav hann alt, og gjørdist tíðin 13,40 sek, sum er 2,45 sek skjótari enn hansara persónliga met. Fyri tað fekk hann gullmerki.

Hann fór beina leið til hæddarlop, har byrjunarhæddin var 1,15 m. Her var hann við frá byrjan og kom lættliga uppum 1,15 m og 1,20 m. Á 1,25 m reiv hann yvirliggjarin eina ferð áðrenn hann kom uppum. Á 1,30 m kom hann ov nær við stongina, og reiv hann tvær ferðir áðrenn hann kom uppum, men so riggaði. Á 1,35 m riggaði betur, tí her kom hann lættliga uppum í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,39 m. Her miseydnaðust fyrstu tvey lopini, men í triðja var hann líka við, men yvirliggjarin vildi ikki, og datt niður. Arni Bartal endaði sostatt við at ogna sær gullmerkið við at leypa 1,35 m.

So var tað 400 m, har Arni Bartal aftur var klárur. Hann legði hart út, og kom skjótt upp í góðan rennistíl hann helt trýsti handaru langsíðuna og inn í svingi, men so byrjaði tað at merkjast. Hann kempaði tó væl allan vegin og kom á mál við tíðini 65,77 sek. Fyri tað fekk hann eitt gullmerki.

Síðsta greinin var boðrenningin, og her var Hvirlan eitt blanda lið. Tí á fyrsta túri var diskuskastarin Baldur, so kom hæddarleyparin William, sum avleveraði til kúlustoytarin Jógvan Inga, sum avleveraði til sprintarin Arna Bartal. Har kvinnurnar vóru tryggar í skiftunum, so var tað munandi truplari hjá monnunum. Fyrsta sat væl, men í øðrum náddi Jógvan Ingi næstan út úr skiftisonuni áðrenn hann fekk boðini, og somuleiðis í triðja skifti, var William nær við at renna úr sonuni áðrenn hann fekk boðini. Tíðin gjørdist tó 58,32 sek, sum rakk til gullmerkið. Teir runnu m.a. móti einum blandaðum liðið við Hvirluni og Bragdinum, har Liam og Jónas Jógvansson Kjær vóru við. Teir runnu teinin uppá 1 min 15,45 sek, sum rakk til eitt fjórða pláss.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.