20230304 183808

Tvey føroysk met í Tipshallen í Væxjø

Har flestu greinar innan frælsu ítróttina hava eina innandura sesong við nógvum kappingum, so hava tey, sum venja sokallaðu longu kastini (spjótkast, diskuskast og hamarkast) vanliga onga kapping at síggja fram til um veturin. Eitt einstakt undantak er tó, tað er kappingin “VÄXJÖ INOMHUSKAST”, sum fer fram í fótbóltshøllini “Tipshallen” í Væxjø í suður Svøríki. Hetta er sama høll, sum Zlatan Ibrahimovich debuteraði á svenska fótbóltslandsliðninum í vinardysti móti føroyska landsliðnum í 2001, sum er sama ár sum báðir føroysku luttakarnir blivu føddir.

Støði á kappingini hevur ofta veri sera høgt, ikki minst tí, at kappingin er ein sokallað World Ranking kapping, sum í praksis merkir, at ein kann vinna sær stig til styrkilistan, sum kann geva atgongd til EM og HM kappingar. Tað er ein orsøk til at nakrir av heimsins bestu kastarum hava luttikið í hesi kapping, t.d. vann Chase Ealy hesa kapping í januar 2022 áðrenn hon í juli vann heimsmeistaraheitið.

Føroysku luttakararnir hesaferð vóru L‎ydia Poula Simonsen (Kúlustoyt og Diskuskast) og Sunniva Bogadóttir (Spjótkast).

L‎ydia var fyrst í eldin, og har skuldi hon royna seg í kúlustoyt. Hesaferð var ongin Chase Ealy við, men støði var høgt, og tí skuldi Lydia kasta upp til sítt besta, um hon skuldi koma millum tær 8 sum komu í finaluna. Hon legði út við at stoyta kúluna út á 10,58 m, sum er tað longsta, hon hevur megnað í vetur. Hon legði seg harvið á eitt sjeyndapláss og harvið millum tær 8, sum stóðu til at fáa 3 eyka kast. Næstu tvey vóru eitt sindur styttri, men hon var tó enn á einum sjeynda plássi eftir tr‎ý umfør, harvið hevði hon tryggjað sær víðari luttøku. Hesaferð kom hon tó ikki longri út, men við 10,56 m, var hon enn einaferð omanfyri oyggjaleikakravið.

Tveir tímar seinni skuldi Lydia aftur royna seg. Hesaferð í diskuskast. Her skuldi hon kasta rættuliga nógv longri enn hon hevur megnað áður fyri, at tryggja sær meir enn tr‎ý kast. Hon byrjaði við einum tryggum kasti beint uttanfyri 30 m strikuna. So setti hon ferð á og her flutti hon seg betri, enn hon hevur gjørt áður í ringinum, og var væl meira ferð á diskinum tá hann fór út hondini. Tíðanverri var kasti uttanfyri góðkenda kastirætningin og tí ikki góðkent. Sama gjørdi seg galdandi í triðja kasti. Lydia kom tó ikki longri hesaferð, men teir 30,14 m hon kastaði í fyrsta umfari, er tað longsta nøkur føroysk kvinna hevur kastað innandura.

So var tað Sunniva Bogadóttir, sum skuldi royna seg. Hon legði út við einum róligum kasti, har hon fekk armin gott við, men ikki n‎ýtti atrenningina, sum hon plagar til venjing. Kasti fleyg ikki optimalt, men lendi tó á 39,35 m, sum er væl omanfyri verandi føroyska metið. Næstu tvey kastini vóru styttri, og tí valdi Sunniva at royna seg við einari longri atrenning fyri at fáa meir ferð á. Hetta krevur eina sera neyva timing av ísetan av fremra fóti í avleriningi samanborið við nær knæ, mjødn, bringa og armar skulu aktiverast. Sunniva hevur einans vant hesa atrenning tvær ferðir, og tí var tað ikki óvanta, at timing ikki sat hesaferð, men tað er gott at fáa roynt hana í kapping fyri, at vita hvussu tað følist undir slíkum umstøðum. Sunniva gjørdist nr 3 í kappingini við teimum 39,35 m hon kastaði í fyrsta umfarið. Tað er 3,22 m longri enn føroyska metið, og eisini góðan metur longri enn Sunniva hevur magnað at kasta úti.