Tórur og Sunniva vunnu Copenhagen Open
Aftur í ár royndu nógv av teimum bestu í Danmark seg í kappingini, Copenhagen Open, sum felagið Hvidovre Atletik & Motion, skipar fyri. Hesaferð vóru fýra Hvirlur við. Tórur Mortensen í longdarlop, Dánjal Dahl Ljósheim á 200 m og 400 m, Sunniva Bogadóttir í spjótkast og Elena Ellindsdóttir Olsen á 100 m og 200 m. Veðrið var alt annað enn optimalt við skiftandi vindi og regni. Hóast avbjóðandi veðurumstøður so komu tvey fyrsta pláss og tvey persónlig met til høldar.
Sunniva Bogadóttir, sum venur í danska felagnum Sparta, hevði undan kappingini kastað 8 metrar styttri enn tann, sum hevði kastað longst, men við at kasta 36,13 m í fyrsta umfarið, legði hon seg á fyrsta pláss. Hon bleiv liggjandi á fyrsta pláss restina av kappingina og endaði við at vinna kappingina við einum kasti uppá 36,88 m.
Tórur Mortensen, sum venur í danska felagnum Aarhus 1900, hevur stríðst við skaða í vinstra fóti, og tí luttók hann ikki í trístøkk, sum er hansara primergrein. Í staðin varð hann klárur tá kappingin í longdarlop fór í gongd. Her gjørdi hann yvirtrakk í fyrsta, men tá hann í øðrum umfarið leyp 6,73 m, hevði hann longu tryggja sær fyrsta pláss, tí hendan dagin megnaði ongin annar at leypa longri, Tórur hevði tó meir í sær, tí hann økti fyrst til 6,74 m og so til 6,89 m, sum gjørdist tað longsta.
Dánjal Dahl Ljósheim, sum eins og Sunniva, venur við felagnum Sparta í Keypmannahavn, royndi seg fyrst á 400 m og so á 200 m. Á 400 m var hann í so varin í útlegginum og tískil gjørdist tíðin ikki heilt tað, hann hevði miða ímóti, men á 200 m, fekk hann ferðina upp, og her endaði hann við at skera 0,2 sek av sínum persónliga metið, so tað nú eitur 22,38 sek.
Elena Ellindsdóttir Olsen, sum er yngri árgangurin, ið kappast í bólkinum gentur 16-17 ár, royndi seg á 100 m og 200 m. Fyrst var 100 m á skrá. Her skar hon 0,44 sek av sínum persónliga metið, tá hon rann teinin uppá 14,26 sek. Á dupulta teininum, rann hon sína næstbestu tíð nakrantíð við at renna teinin uppá 29,84 sek.