Tórur

Tórur Mortensen broncu á NM

Fyri sjey árum síðan var Tórur fyrstu føroyingur, sum ognaði sær heiðursmerkið í dysti um norðurlendska meistaraheitið. Tá luttók hann, sum 18 ára gamal í U20 NM, og gjørdist úrslitið eitt broncumerkið í trýstøkk í Hafnafirði í Íslandið. Vegna skaða, luttók hann ikki tey fylgjandi árini í U20 ella U23 NM, men í ár, var hann við í NM fyri vaksin, sum var á Østerbro stadion í Keypmannahavn.

Tórur kappaðist móti tveimum sviðum, einum íslendingi, einum norðmanni og einum dana. Tá hugt var eftir persónliga metinum, so sást at møguleikin var fyri at fáa heiðursmerkið, og her vísti Tórur, at hann, eisini dagar, har tað ikki riggar heilt, er millum teir bestu í norðanlondum. Hann fekk einans eitt góðkent lop í kappingini. Her leyp hann 14,81 m. Tað vísti seg at røkka til eitt broncumerkið, og gjørdist Tórur sostatt eisini fyrsti føroyingur, sum ognaði sær heiðursmerkið á NM fyri vaksin.