Tórur føroyskt met og broncumerkið til DM Longdarlop
Danska sersambandið fyri frælsa ítrótt hevði valt at skipa kappingina um danska meistaraheitið í longdarlopi í miðbýnum í Herning, har tey høvdu bygt eina lopbreyt til endamálið. Tórur var ein av 13 leyparum, sum høvdu kvalificera seg til kappingina. Umstøðurnar vóru, um ikki optimalar í regninum, so á góðari leið, tí vindurin var nærum ongin.
Tórur hevur stríðst við skaða í fótinum, og hevur hann tí ikki fingið avrikað 100% í Trýstøkk, sum er hansara primergrein. Hann valdi tí at royna seg í Longdarlop. Hann legði út við at leypa 6,21 m og var hann við tí nr 10 eftir fyrsta umfar, men í øðrum leyp hann 7,36 m og legði harvið 29 cm afturat sínum persónliga metið. Hann tók í sama viðfangi føroyska meti og legði seg á triðja pláss í kappingini. Triðja lopið miseydnaðist, meðan fjórða og fimta bæði vóru omanfyri gamla føroyska metið, men teir 7,36 m frá øðrum umfari var hansara besta tá ein kappingarneyti leyp 6,42 m í fimta umfarið og tók triðja pláss frá Tórur. Tórur svaraði aftur í sætta og leyp heilar 7,45 m og ognaði sær harvið broncumerkið í kappingini við einum lopið, sum var 30 cm longri enn gamla føroyska meti, og 38 cm longri enn gamla persónliga metið.
Eftir at hava vunnið fimm gullmerkið og trý silvurmerkir í kapping um danska meistaraheitið í trýstøkk eigur Tórur nú eitt broncumerkið í Longdarlop í somu kapping. Kappingin um danska meistaraheiti í Trýstøkk verður komandi vikuskiftið og hevur Tórur, vegna skaðan í fótinum, enn ikki endaliga avgjørt um hann luttekur.
Video er frá DR og kann alt síggjast á: https://www.dr.dk/drtv/se/dm_ugen_-enkeltstart-og-laengdespring_460434