Tórur danskur meistari í trýstøkk
Tórur Mortensen vann fyri fjórðu ferð danska meistaraheiti innandura fyri vaksin í trýstøkk.
Gongdin hjá Tórur hevur verið svingandi í vetur, tí eftir at hava lopið sera væl m.a. við støðugt at leypa útum 15 m strikuna við stuttari atrenning, komu ein røð av smærri skaðum, sum hava darvað hann nú kappingarnar hava verið. Hann valdi tó, saman við venjarunum Lars Nielsen at luttaka í inni-DM, hóast hann fekk ein vødda-skaða í forlærið fýra dagar undan kappingini.
Tórur var styrkismettur fremst. Tað byrjaði tó ikki optimalt, tí fyrstu tvey lopini miseydnaðust, og hann stóð sostatt uttan úrslit tá triðja umfarð fór í gongd. Nú bar til. Hann var eitt sindur varðin í atrenningini, men leyp stabilt og kom út á 14,68 m, og legði seg harvið á fyrsta pláss. Tað sást at skaðin darvaði, tí hann kom haltandi úr sandgryvjini. Fjórða lopið miseydnaðist, men nú tyktist, sum Tórur hevði funnið ein máta at leypa hóast skaðan, tí í fimta kom hann út á 14,77 m og í fimta heilt út á 15,05 m. Harvið endurvann hann DM við at leypa næstan ein metur longri enn tann næstbesti.
Hetta var síðsta kapping hjá Tórur í vetur, so nú verður fari í gongd við at byggja uppaftur til kappingarnar í summar, har m.a. oyggjaleikir eru á skrá.