Tm Longd

Tórur aftur danskur meistari í trýstøkk

Stóra danska meistarheits vikuskiftið var í Aalborg farna viikuskiftið, har 33 ymisk sersambond skipaðu sína kapping um danska meistaraheiti. Eitt av hesum var sersambandið fyri frælsa ítrótt. Her umboðaði Tórur Mortensen danska felagið Aarhus 1900, har hann venur til dagligt.

Tórur hevur stríðst við skaða í fótinum, og sást hetta í fyrsta lopið, har hann bara rann ígjøgnum, heldur enn at leypa. Hann avráddi tí, saman við venjarnum at nýta stutta atrenning, soleiðis at tað kom minni belastningur á fótin. Næsta lopið miseydnaðist heilt. Tað triðja sat betur, og kom hann út á 14,43 m, og legði hann seg harvi á odda í dystinum um danska meistaraheiti. Hann økti í fimta umfarið til 14,61 m, sum gjørdist tað longsta. Tað, at Tórur megnar at vinna DM frá stuttari atrenning, vísur at kapaciteturin er har til at leypa langt.

Fyrstu ferð Tórur vann gull á DM uttandura var í 2021, í 2022 bleiv tað til silvur, men nú endurvann hann tað, eftir eisini at hava vunnið gull innandura fyrr í ár.

Tað er gleðiðigt at síggja at Tórur, eftir nógvar kappingar, har hann ikki hevur fingið lopið, fekk fýra góðkend lop. Tað er tí tekin um, at hann er við at koma seg yvir skaðan, har næsta testin verður oyggjaleikirnir á Guernsey.

data

  • DM heiðursmerkir:
    • trýstøkk inni: 3 gull og 1 silvur
    • trýstøkk úti: 2 gull og 2 silvur
    • 4x400 m boðrenning: 1 silvur og 1 broncu
  • besta lop inni: 15,37 m (føroyskt met)
  • besta lop úti: 15,45 m (føroyskt met)