Tórsbreyt var reyð síðstu stórkapping.
Tað var Hvirlan, sum skipaði fyri triðju og síðstu stórkapping á hesum sinni. Alt var klárt tá íðkarar komu og hóast eina stramma tíðarætlan, fyri at tryggja at alt var liðugt áðren «afterparty» á Argja Skúla har heiðursmerkir vóru deild út, so helt tíðin. Hvirlan var sera væl umboðað í kappingum, tí heilar 38 Hvirlur royndu seg í sprint, miðteinarenning, lop og kast í ymsu bólkunum. Felags fyri allar var, orkuna tey løgdu í egi avrik, og evnini at gleðast um bæði egi avrik og avrik hjá øðrum.
Børn 6-7 ár
Tey yngstu kappast í einari grein á hvørjari stórkapping, og hesaferð var longdarlop á skrá. Í mun til eldri (14 ár og uppeftir), so verður lopið við zonu. Tað merkir at máta verður harfrá sum íðkarin leypur, heldur enn frá einum føstum planka. Hetta er tí, at tað er týdningarmiklari at hugsa um at renna og leypa langt í hesum aldrinum, heldur enn at royna at raka eitt ávíst stað at leypa frá.
Fimm av teimum sjey, sum royndu seg vóru Hvirlur. Hesar vóru Martha Hammer og Borgny Leitisstein Biskopstø hjá gentunum og Jónatan Vinther Tummasarson, Hákun Terjason og Lávus Róksson á Neystabø hjá dreingjunum. Marta og Jónatan høvdu roynt seg áður, meðan hini royndu seg fyri fyrstu ferð. Tey lupu bæði longri enn tey høvdu gjørt áður. Martha legði 4 cm omaná sítt besta við at leypa 2,01 m, meðan Jónatan legði 46 cm omaná sítt besta, tá hann leyp 2,02 m. Borgny debuteraði við at leypa 2,73 m, Hákun við 1,68 mm og Lávus við 1,41 m.
Gentur 8-9 ár
Fyrsta greinin var 80 m, og har vóru Jana Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen við í fyrra riðlinum. Meðan Wivi kom væl avstað, so var Jana so mikið óheppin, at hon gleið í fyrsta fetinum á vátu breytini og misti tí nógv í mun til hinar. Henni so líkt, so beit hon tennirnar saman, og fór at kempa seg fram. Ferðin var høg og megnaði hon at renna seg næstan heilt fram á fyrsta pláss. Tíðin hjá henni gjørdist 13,95 sek, sum er 0,67 sek skjótari enn hon hevur runnið áður. Wivi, sum rann sín fyrsta 80 m kom á mál við tíðini 14,39 sek. Í øðrum riðli vóru Ranja Terjadóttir, Katrina Róksdóttir á Neystabø, Anna Effersøe Nónstein og Martha Hammer klárar. Her komu allar væl avstað, hóast vøllurin enn var vátur. Her kom Katrina á mál við tíðini 14,17 sek, Ranja við tíðini 16,06 sek, Anna við tíðini 16,11 sek og Martha, sum annars kappaðist við teimum 6-7 ára gomlu, rann teinin uppá 16,64 sek.
Tær fimm eldru fóru so beina leið til longdarlop, har tær fingu tríggjar royndir hvør. Her bøtti Katrina um sítt persónliga met við 21 cm til 2,71 m. Wivi leyp 2,68 m í síni fyrstu kapping, meðan Ranja leyp 2,50 m, Anna leypa 2,28 m meðan Jana kom út á 3,04 m.
So var 300 m á skrá og hesaferð vóru Wivi, Jana, Ranja, Katrina og Anna aftur klárar. 300 m er stytsti miðteinur hjá hesum aldursbólkinum, so vantandi var, at ferðin fór at vera høg, og so var. Teir átta luttakararnir spentu allar í, tá skotið fór. Skjótt kom spjaðing í felti, men allar kempaðu tær allan vegin á mál. Her segði tíðin, at Jana hevði skorið 0,38 sek av sínum persónliga metið, við at renna teinin uppá 61,1 sek. Katrina skar 0,76 sek av sínum persónliga metið við tíðini 62,78 sek. Wivi rann teinin uppá 62,86 sek, Ranja uppá 76,65 sek og Anna uppá tíðina 79,62 sek.
Síðsta greinin var bóltkast. Her var Martha við aftur saman við hinum fimm. Starturin av bóltkast lá 1 tima 20 min eftir startin á 80 m, so hesar høvdu ein dag, har tær ikki náddu at kølna millum hvørja kapping. Í bóltkast økti Ranja um sítt persónliga met við næstan 14 metrum til 18,27 m. Anna legði góðar 4 metrar afturat sínum, við at kasta 13,18 m. Katrina bøtti um sítt met við 1,6 m til 17,68 m. Wivi kastaði 12,90 m í sínu fyrstu kapping. Jana kastaði 150 g tunga bóltin heilt út á 24,05 m, meðan lítlasysturin kastaði 10,78 m.
Dreingir 8-9 ár
Jósef Vinther Tummasarson, Lui Ellindsson Olsen, Jónas Jógvansson Kjær, Verland Benjamin Kruse, Ragnar Ranváarson Christiansen og Benjamin Æðustein Thomsen byrjaðu við at leypa longdarlop. Teir fingu, eins og genturnar tríggjar royndir í part. Her leyp Benjamin Æðustein 22 cm longri, enn hann hevur gjørt áður við at leypa 2,11 m. Ragnar leyp 1,65 m, Verland Benjamin 2,20 m, Jónas 2,55 m, Lui 2,26 m og Jósef 2,59 m.
Teir fóru síðan beina leið til 80 m, har Verland Benjamin, Benjamin Æðustein og Ragnar vóru í fyrra riðlinum. Her bøtti Verland Benjamin um sítt persónliga met við 1,37 sek, meðan Benjamin Æðusteing og Ragnar í sínari fyrstu roynd á hesum teininum runnu ávikavist 16,26 sek og 18,27 sek. Jósef, Lui og Jónas vóru í seinna riðlinum. Hetta var fyrst roynd á hesum teininum hjá Jónas, sum kom á mál við tíðini 14,39 sek. Jósef rann teinin 1,35 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður, við at koma á mál við tíðini 15,52 sek, meðan Lui rann teinin upá 15,90 sek.
Triðja greinin var 300 m, og her vóru Josef, Jónas, Ragnar og Benjamin Æðustein klárir. Eins og genturnar, so spentu teir í, tá skotið fór, og aftur kom skjótt ein spjaðing í riðilin. Hugaligt var tó at síggja, hvussu teir kempaðu. Úrslitið gjørdist at Jósef rann teinin uppá 1 min 6,56 sek og skar harvið góð 3 sek av sínum persónliga metið, meðan Jónas í sínari fyrstu roynd á teininum rann 1 min 1,11 sek, Ragnar somuleiðis í sínari fyrstu roynd rann 1 min 25,69 sek og Benjamin Æðustein 1 min 18,95 sek.
Síðsta greinin var bóltkast, og her vóru allir aftur við. Afturat teimum seks var Jónatan Vinther Tummasarson, sum áður hevði lopið longdarlop við teimum 6-7 ára gomlu. Her legði Ragnar góðar tveir metrar afturat sínum persónliga metið við at kasta 18,08 m. Benjamin Æðustein bøtti somuleiðis um sítt persónliga met. Hann kastaði 15,15 m, sum er lítlan metur longri enn hansara gamla persónliga met. Jósef kastaði 24,56 m, Lui 24,55 m, Jónas 21,95 m, Verland Benjamin 9,26 m og Jónatan 10,34 m.
Gentur 10-11 ár
Helena Effersøe Nónstein, Rebekka Æðustein Thomsen, Gloria Schmidt og Emma Hjørdis Kjær Kruse byrjaðu við at renna 80 m. Rebekka var í fyrra riðlinum. Her megnaði hon at skera 0,92 sek av sínum persónliga metið, við at renna teinin uppá 14,71 sek. Í seinna riðlinum rann Helena 0,68 sek skjótari, enn hon hevur gjørt áður, við at renna teinin uppá 15,62 sek. Við tíðini 16,05 sek rann Emma Hjørdis 0,94 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður, meðan Gloria í sínari fyrstu roynd á teininum, kom á mál við tíðinbi 15,97 sek.
Tær fór so allar til bóltkast, har 150 g tungu bóltarnir lógu klárir. Her legði Helena 4½ m omaná sítt persónliga met tá hon í øðrum umfari kastaði 11,08 m. Gloria legði 2 m omaná sítt persónliga met við at kasta 24,56 m, meðan Rebekka kastaði 20,95 m og Emma Hjørdis 14,66 m.
So var longdarlop á skrá, og her vóru allar aftur klárar. Hetta er grein allar høvdu roynt áður, men hesa løtuna tær lupu, var fyri tað mesta mótvindur, sum gjørdi tað trupult at seta met, men allar lupu upp móti sínum besta. Úrslitið gjørdist at Helena leyp 2,58 m, Rebekka 2,76 m, Gloria 2,06 m og Emma Hjørdis 2,31 m.
Síðsta greinin var 800 m. Her var Rebekka einsamøll Hvirla, sum bjóðaði av. 800 m er tveir umgangir á Tórsbreyt, og er langur miðteinur hjá hesum aldursbólkinum. Rebekka hevði ikki roynt hendan teinin áður og legði tí bragdliga fyri, hon setti tí ferðina niður eftir fyrstu 200 m, og so vísti hon viljan við at kempa, hóast orkan var við at verða uppi, og ognaði sær harvið eitt persónligt met, sum eitur 4 min 56,28 sek.
Gentur 12-13 ár
Elisabeth Langgaard, sum einsamøll hevur umboðað Hvirluna í hesum bólkinum, men í dag var Ria Langgaard eisini við. Hetta var fyrstu ferð, at Ria royndi seg í kapping innan frælsu ítróttina. Tær byrjaðu við 80 m, sum Elisabeth heldur ikki hevði roynt áður. Tá skotið fór, vóru tær nærum líka skjótar avstað, og allan vegin fylgdust tær, til Elisabeth megnaði at stinga nøsina framu á málinum og ongsa sær eitt persónligt met, sum eitur 12,60 sek, meðan Ria beint aftanfyri rann teinin uppá 12,93 sek.
Næsta greinin hjá teimum var spjótkast, har tær skuldu royna seg við 400 g tunga spjótinum. Hetta er grein, sum Elisabeth hevur vant, og sást beinan vegin, tí longu í fyrstu royndini koma hon út á 19,90 m, sum er næstan 9 m longri enn hon hevði kastað áður. Ria kastaði 9,75 m í sínari fyrstu roynd. Elisabeth rakti plett í øðrum umfarið og kom heilt út á 22,07 m, sum gjørdist hennara longsta. Harvið meir enn tvífaldaði hon sítt persónliga met, Ria megnaði í sínari fyrstu kapping at koma út á 10,75 m.
Síðsta kappingin tær báðar royndu seg í, var longdarlop. Her sást at Ria ikki hevði kappast áður, tí hon var varin inn móti avset, og fekk tí ikki ferðina við sær, sum hon ofta hevur gjørt til venjing. Hon leyp tó 3,14 m í sínari fyrstu kapping, meðan Elisabeth við at leypa 3,33 m bara var 3 cm frá sínum besta.
Gentur 14-15 ár
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð var einsamøll, at umboðað Hvirluna í hesum bólkinum. Hon byrjaði sín dag við, at kasta 500 g tunga spjótið. Hetta er ikki grein, hon venur, men hon megnaði tó, at koma út á 13,82 m, sum er 66 cm longri enn hon hevur kastað áður. Tað rakk til eitt annað pláss í dag og við úrslitunum í fyrru stórkappingunum merkti tað, at hon fekk bronsumerkið samanlagt.
So kom 400 m. Her var serliga stórur spenningum um samlaða sigurin, tí tríggajr høvdu 18 stig undan kappingini. Bjalla lat tó ongn iva vera um úrslitð, tí í geil 8 legði hon hart út, og allan vegin helt hon eitt støðugt tempo, soleiðis at tá hon kom inn á síðstu 100 m, var væl fremri enn hinar. Hon helt tempo allan vegin á mál, har klokkan segði 64,52 sek, sum er 2,33 sek skjótari, enn hon hevur runnið teinin áður. Harvið ognaði hon sær gullið samanlagt í sprint.
Bara 15 min eftir at hon kom á mál á 400 m byrjaði kappingin í longdarlop, og her var eyðsýnt, at beinini vóru tung, men Bjalla kempaði. Fyrstu lopini vóru tekniskt á góðari leið, men kraftin, hon plagar at hava manglaði. Ikki fyrr enn í fjórða umfarið koma eitt sindur av power í, og leyp hon tá 4,26 m, sum er 24 cm longri enn hennara persónliga met. Hetta gjørdist tað longsta, og við tí ognaði hon sær eitt annað pláss á degnum og eitt samla fyrsta pláss í lop.
Dreingir 14-15 ár.
William Erik Schilling Kruse og Jóhan Waagstein byrjaðu við at renna 400 m. Hvørgin hevur langsprint sum sergrein, men eftir fyrstu tvey umførini lógu teir á teimum báðum fremstu plássunum, Jóhan tvey stig frammanfyri William, sum hevði tvey stig aftur til nr 3, og tí var kampur um plássini. William legði harðast út. Hann kempaði fyri at halda seg frammanfyri Jóhan, og hetta megnaði hann. Tíðin á málinum segði at William, við at renna 67,43 sek, hevði bøtt um sítt persónliga met við næstan 4 sekundum, meðan Jóhan á øðrum plássi skar næstan 10 sek av sínum persónliga metið, sum nú eitur 70,70 sek. Annað pláss var nóg mikið til at Jóhan ognaði sær gullmerkið frammanfyri William, sum fekk silvurmerkið.
William fór beina leið til Longdarlop, har hann undan dagsins kapping, lá á einum fyrstaplássi. Beinini vóru tung, men tað vóru tey eisini hjá kappingarneytanum, sum eisini hevði runnið 400 m, so tá William í síðsta bøtti um sítt persónlig met við 10 cm til 4,06 m, tryggjaði hann sær samstundis gullmerkið samanlagt.
Síðsta greinin á degnum var spjótkast, har William og Jóhan saman við Baldur Báruson Persson, Jógvan Inga Falkvard Joensen og Jógvan Ziska Simonsen skuldu dystast við 600 g tungu spjótunum. Her var ein harður dystur um samlaða sigurin, eisini tí bara fimm stig vóru millum nr 1 og 5 í samlaðu kappingini. Hetta var kapping, sum Jógvan Ingi setti seg á við at kasta 31,15 m. Nú bleiv dysturin um annað pláss harður. Hendan dystin vann Baldur, sum endaði á einum fimta plássi við einum persónligum metið uppá 18,00 m. Hann endaði, eitt stig frammanfyri Jóhan, sum við at kasta 30,37 m ognaði sær bronsuna bara 2 stig frammanfyri Jógvan, sum kastaði 22,60 m. William kastaði 21,65 m, sum er persónligt met við ½ m.
Gentur 16-17 ár
Lucia Gjoveraa Sødergren, Elin Johnsdóttir og Ai Waagstein byrjaðu dagin við at kasta spjót. Dysturin um samlaða gullmerkið var avgjørdur, tí við 20 stigum og spjót sum sergrein, kundi onki forða Ai í at vinna, men dysturin um silvur var tættur, tí bæði Lucia og Elin høvdu 17 stig eftir fyrstu tvey umførini. Dysturin um gullið bleiv endliga avgjørdur í fyrsta umfarið, tá Ai kastaði 33,10 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfarið legði hon góðan metur omaná sítt persónlig met, við at kast heilar 37,91 m, sum gjørdist hennara besta. Dysturin um silvurmerkini livdi tó tíl tað síðsta. Her byrjaði Elin við at kasta 17,70 m og lá harvið til silvur, inntil Lucia í triðja umfari kastaði 18,19 m. Elin svaraði tó aftur í fimta umfarið, har hon kastaði 21,24 m. Lucia royndi at svara aftur, men hesaferð var onki at gera. Harvið ognaði Elin sær silvurmerkið, við at bøta um sítt persónliga met við 2½ m, meðan Lucia ognaði sær bronsuna, við at bøta um sítt persónliga met við 38 cm.
Næsta greinin var 400 m, og her var Lucia aftur við. Her rann hon saman við Elenu Ellindsdóttir Olsen. Elena var fýra stig frammanfyri Luciu undan kappingini, so tað var lítil ivi um, at Elena fór at ogna sær gullið, men hon vildi gjarna vísa, at hon var tann betra, tí hon legði harðari út, og so var uppgávan at halda. Lucia kempaði fyri at halda seg nærhendis Elenu, men inn móti málinum mátti hon sleppa, og endaði tað við, at Elena við tíðini 67,27 sek, skar 5½ sek av sínum persónliga metið og ognaði sær fyrsta pláss og gull í samlaðu kappingini frammanfyri Luciu, sum gjørdist nummar tvey við tíðini 72,61 sek, sum er 8 sek undir gamla persónliga metinum. Lucia ognaði sær harvið silvurmerkið samanlagt.
So var hæddarlop á skrá. Her valdi Elena at geva avboð, tí ein forstrækningur í rygginum, sum hevur darva í nakrar vikur, ikki hevur slept heilt enn. Tí var Lucia einsamøll Hvirla í kappingini. Lucia, sum hevði eitt persónligt met uppá 1,20, byrjaði á 1,05 m, sum hon kom uppum í fyrstu royndini. Hetta endurtók hon, so hvørt tey øktu um hæddina við 5 cm, hvørt umfari til hon eisini kom uppum 1,25 m. á 1,28 m kom hon uppum í næstu royndini, meðan hon í 1,31 m hevur tørv á trimum royndum, áðrenn hon kom uppum. Tá yvirliggjarin kom upp á 1,34 m bleiv tað ov nógv, tí hóast serliga síðsta royndin var nær við, so gjørdist 1,31 m tað besta hesaferð. Hon bøtti harvið um sitt persónliga met við 11 cm, og ognaði sær eitt silvurmerkið samanlagt.
Síðsta greinin var 1500 m, og her var Ai klár. Ai venur primert kast, men av og á er hon við til sprint/lop venjing eisini, men at renna 1500 m er nakað heilt annað. Hon dugir tó væl at disponera, og legði seg longu frá byrjan á eitt hóskandi tempo, sum hon trygt helt allan vegin á mál. Hon vann teinin við tíðini 6 min 34,54 sek. Av tí at hon ikki luttók í fyrstu stórkapping, so bleiv tað til eitt silvurmerkið samanlagt í miðteini.
Dreingir 16-17 ár
Arni Bartal Joensen hevur sett persónligt met í øllum kappingum higartil í ár, og í dag var onki undantak. Hann byrjaði við 400 m. Her skar hann góð 10 sek av sínum persónliga metið, við at renna teinin uppá 65,25 m. Harvið ognaði hann sær eitt samla gullmerkið í sprint.
Næsta greinin var hæddarlop, har hann undan kappingini hevði eitt persónligt met uppa 1,15 m. Hesa hæddina tangeraði hann í sínum triðja lopið, og so økti hann støðugt til hann á 1,28 m hevði sína fyrsta kiksara, men so kom hann uppum. Hann økti so til 1,31 m, 1,34 m og 1,37 m, sum hann øll leyp uppum í fyrstu royndini. Á 1,40 tørvaði honum aftur tvær royndir at koma uppum. Tá so yvirliggjarin fór upp á 1,43 m endaði tað, tí hóast síðsta royndin var so nær við, man kann koma, so datt yvirliggjarin. Harvið legði Arni Bartal 25 cm omaná sítt persónlig met og ognaði sær sítt næsta gullmerkið samanlagt.
Arni Bartal endaði dagin, við at kasta 700 g tunga spjótið. Hetta var fyrstu ferð, at hann kastaði við hesum spjótinum. Tá hann í triðja umfarið kom út á 21,77 m, kom hann eisini longur út, enn hann megnaði at kasta 600 g tunga spjótið í 2023. Hetta gjørdist tað longsta hjá honum, og var tað við til at tryggja honum tað triðja gullmerkið samanlagt.
Kvinnur
Møgðurnar Lovisa og Elin Niclasen royndu seg við 600 g tungu kvinnuspjótunum. Her var ongin spenningur um samlaða sigurin, men dysturin millum kvinnurnar var ikki minni av tí orsøk. Her legði Lovisa út við at kasta 20,35 m í fyrsta umfarið, og legði hon seg harvið á fyrsta pláss, men tá Elin í øðrum umfarið kastaði 31,55 m var kappingin avgjørd, bæði um hvør fór at vinna spjótkast og samanlagt. Lovisa tryggjaði sær tó samlaða silvurmerkið, við at bøta um sítt persónliga met til 23,90 m í triðja umfarið, og harvið gerast nr trý í spjótkast.
Fleiri myndir síggjast her