Tinna vann Malmø Indoor Challenge
Tinna Berg Jørgensen royndi seg sum einasti føroyingur í kappingini "Malmø Indoor Challenge". Tað var á 60 m teininum, har hon fyri trimum vikum síðan tók tað føroyska metið.
Tað vóru 13 kvinnur við, og tí var neyðugt við innleiðandi umfarið at koma í finaluna. Starturin, sum Tinna hevur arbeitt við í seinastuni, eydnaðist væl, og var tað ein orsøk til at Tinna rann teinin uppá 8,07 sek, sum var tann skjótasta av øllum, harvið tryggjaði hon sær eitt pláss í finaluni.
Finalan var góðan tíma seinni. Hesaferð riggaði starturin ikki heilt líka væl, men Tinna var tó væl við og kempaði allan vegin, og á linjuni var hon 0,01 sek frammanfyri nummar tvey. Tíðin gjørdist 8,10 sek, sum er 0,11 sek frá hennara persónliga metið.
Í vetur hevur Tinna runnið 60 m teinin seks ferðir, og hava allar tíðirnar verið væl skjótari enn hennara persónliga met við ársbyrjan. At hon gjørdist fyrsta kvinna undir 8 sek var uttan iva hæddarpunktið og her hevur Regin Reinert, sum umsitur føroyska listan við metum, gjørt vart við, at Tinna eisini var fyrsta kvinna, sum rann 60 m skjótari enn 9 sek. Tað var tá hon í Íslandi í 2012 rann teinin uppá 8,81 sek.