Tinna og Dánjal skjót á 200 m
Seinna dagin á Pallas Spelen í Malmø runnu bæði Tinna og Dánjal 200 m. Bæði bøttu tey um síni persónligu met.
Fyri Tinnu er 200 m ein langur teinur, tí hennara primeri sprint-teinur er 60 m inni og 100 m úti. Ferðin frá stutta sprint teininum er tó góð at hava við, men tað krevur eitt serligt slag av úthaldni at halda ferðina í útvið 30 sek. Tað var tí við spenningi at Tinna fór í blokkin. Tá skotið fór var hon, sum vant, ein at teimum fyrstu avstað, hon var tó eitt vet ov lág, og noyddist at fóta sær í triðja fetið, men so kom hon upp at sprinta, og har sást at hon hevði tikið fokus frá 60 m við sær. Hon var fyrst inn í næsta sving, og harfrá hugdi hon seg ikki afturum, tí hóast tað byrjaði at kennast tungt móti endanum, so helt hon á mál. Har segði klokkan 27,32 sek, sum er 0,17 sek skjótari enn persónliga metið, hon setti í íslandi 22. januar. Harvið hevur hon higartil í vetur bøtt um sítt persónliga met við 0,48 sek.
Hjá Dánjal, sum primert fokuserar uppá 400 m, er 200 m tann stutti teinurin, har hann arbeiðir við ferðini, tí úthaldni hevur hann við sær frá 400 m. Dánjal vísti aftur hesa vikuna at ferðin er við at koma, og ikki minst at hann er effektivari í byrjanini. Eins og fyri viku síðan, so bøtti hann um sítt persónliga met. Hesaferð gjørdist tíðin 22,97 sek.