Tinna føroyskt met á 60 m
Tinna Berg Jørgensen, sum nýliga bøtti um sítt persónliga met á 60 m í Íslandi, tá kom hon niður á 8,10 sek, og tískil restaðu bara 0,03 í at ogna sær føroyska metið, tók í Malmø føroyska meti. Síðan kappingina hevur hon arbeitt við at justera mátan hon setur fótin í jørðina. Hetta kann kosta eitt vet í startinum, men ger at hon kemur betri upp at renna við toppferð. Hetta fekk hon høvi at royna í samband við at landsliðið luttók í stóru innandura kappingini Pallas Spelen í Malmø.
Tinna var í triðja riðli. Hon rann tekniskt væl, men var eitt sindur varðin í mátanum hon rakti jørðina. Hóast hetta, so segði klokkan 8,09 sek, sum er 0,01 sek skjótari enn persónliga meti. Enn restaðu tó 0,02 sek í føroyska metinum. Tíðin var so mikið góð, at Tinna fekk eitt pláss millum tær átta, sum skuldu royna seg í finaluni.
Í finaluni var hon á geil 8, og harvið styrkismet til at enda aftast. Nú var hon tó klár, og hesaferð rakti hon jørðina júst, sum hon hevur vant frá byrjan til enda. hon var skjót avstað, og kom væl upp at renna og fekk hon harvið nyttuna av nógv øktu toppferðini frá venjing. Á málinum segði klokkan 7,99 sek, og harvið skar hon 0,08 sek av føroyska metinum, og gjørdist fyrsta føroyska kvinna undir 8 sek.
Við tað, at Tinna nú eigur føroysku metini á 60 m inni og 100 m úti, kann hon av sonnum kalla seg føroya skjótastu kvinnu.
Tøl
- Persónligt met við ársbyrjan 8,24 sek.
- Krav til elitubólk hjá FÍF: 8,25 sek