SB JT

Sunniva silvurmerkið á VU-spelen

Á ársins VU-spelen í Gøteborg luttaka níggju hvirlur, har tær seks ikki hava roynt hesa kapping áður. Fyrsti dagurin av ársins VU-spelen í Gøteborg snúði seg um teknisku greinarnar. Har tvær hvirlur kastaðu spjót, tríggjar lupu longdarlop og tvær stoyttu kúlu. Eins og vanligt á VU-spelen, so eru sera nógvir luttakarar við, og merkir tað, at langt er millum einstøku royndirnar í teknisku (lop og kast) greinunum, í fleiri førum omanfyri ½ tíma. Hetta nervar og ger, at úrslit sum oftast ikki eru heilt á støði við kappingar, har luttakaratalið er meir hóskandi.

Spjótkast G16-17 ár

Tað vóru 16-17 ára gomlu spjót-genturnar sum løgdu fyri á ársins VU-spelen. Her var Ai Waagstein við. Ai hevur arbeitt við tí tekniska seinstu tíðina, tí var spennandi at síggja, hvussu tað fór at rigga á degnum. Í fyrsta kasti kom hon væl inn í kasti, men trekti seg eitt sindur í sjálvari avleveringini, við tí úrslitið at hon ikki fekk kraftina inn í spjótið. Hóast hetta, so fleyg spjóti útum 30 m strikuna, har tað lendi á 30,75 m. Í næsta kastinum var fokus at fáa kraft í spjótið, og har var nógv kraft, tó var rætningurin av kraftini ikki beindur í sama rætning sum spjótið, og tí gjrødist kasti lítlan metur styttri. Í triðja og síðsta kastinum fekk hon betri javnvág millum kraft og rætning, og harvið megnaði hon at koma út á 32,71 m.

Longdarlop D16 ár

Ímeðan Ai kastaði spjót, var Arni Bartal Joensen byrjaður at hita upp til longdarlop í bólkinum D16, saman við 29 javnaldrum. Fyrsta lopið hjá Arna Bartal var eitt trygt lop, sum gjørdist 4,07 m, sum bara er 29 cm frá persónliga metinum. Í næsta og triðja lopunum miseydnaðist atrenningin heilt og rann tí út í gryvjuna. Harvið gjørdist 4,07 m tað longsta hesaferð.

Spjótkast Kvinnur

Eftir ein steðg, so átti Sunniva Bogadóttir tørn. Hon legði út við at kasta 37,00 m, harvið legði hon seg á fyrsta pláss í kappingini. Í næstu kastunum royndi hon, at fáa meir kraft við sær inn í kasti, men kastini blivu eitt vet styttri. Hon lá tó á fyrsta plássi, tá síðsta umfarð fór í gongd, men her fór ein framvið, og harvið endaði Sunniva við, at vinna sær eitt silvurmerkið í kappingini.

Longdarlop G15 ár

So áttu Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, Baldur Báruson Persson og Jógvan Ingi Falkvard Joensen tørn. Bjalla skuldi royna seg í longdarlopið móti 83 javnaldrum, samstundis sum Baldur og Jógvan Ingi stoyttu 4,0 kg kúluna. Sum steinur omaná byrðu hjá teimum trimum, sum vistu, at tað komu at ganga uml ½ tími millum hvørja royndina, so kom eitt ordans æl meðan tey hitaðu upp, við tí úrslitið at tey vóru gjøgnumbloytt áðrenn kappingin byrjaði. Hetta steðgaði teimum tó ikki, tí Bjalla leyp tvey lop beint útum 4 m strikuna og eitt beint undir. Í øllum lopunum var hon góðar 30 cm frá plankanum, so lopini vóru lang, men besta úrslitið hesaferð gjørdist 4,05 m.

Kúlustoyt Dreingir 15 ár

Hjá dreingjunum legði Jógvan Ingi fyri við at stoyta kúluna út á 9,99 m, meðan Baldur í fyrstu royndini kom út á 8,42 m. Hetta er væl styttri enn teir báðir eru vanir við, bæði í kapping og til venjing. Jógvan Ingi økti til 10,71 m í næstu royndini. Baldur kom út á 8,60 m í síðstu royndini, meðan Jógvan Ingi kom langt út, men tíðanverri gjørdist tað yvirtrakk, so hann endaði á 10,71m.

Longdarlop G16 ár

Síðst í eldin var Lucia Gjoveraa Sødergren (G16). Hon royndi seg í longdarlopi. Her legði hon út við einum lopið, ið bleiv máta til 3,82 m. í næsta lopinum fekk hon ferðina væl við inn í lopi, og harvið megnaði hon at leypa 4,05 m, sum er persónligt met. Triðja lopið var tekniskt tað besta lopið, men her var ferðin ikki tann sama, sum í øðrum og tí bleiv tað eitt sindur styttri.

Í morgin skal Bjalla renna 80 m, Lucia, Elena Ellindsdóttir Olsen og Arni Bartal renna 100 m meðan Dánjal Dahl Ljosheim skal renna 400 m.