Sunniva; frá slitnum krossbandið til heiðursmerkið á Guernsey
Tað hevur leingi ligið í kortinum, at Sunniva Bogadóttir skuldi royna seg á oyggjaleikunum, men hóast hon hevur gjørt sín part, so er tað nústani í 2023, at hon er partur av føroyska ferðalagnum. Fyrstu ferð hon kláraði kravið, var í 2017, tað var tíðanverri stutt aftaná at oyggjaleikirnir á Gotlandi høvdu verið. Hon kláraði kravið í góðari tíð til leikirnar á Gibraltar í 2019, men har var Spjótkast ikki við á leikunum. Aftur í 2021 hevði hon klárað kravið, men her blivu leikirnir avlýstir. Tí var hon glað, tá hon endiliga fekk høvi at vísa hvat hon dugur, tá Spjótkast fór í gongd á Guernsey.
Sunniva byrjaði at venja frælsar í 2015, her var tað beinan vegin kasti, sum hon primert hevði áhuga í, innan tær fýra kastigreinarnar fall spjótkast henni lættast. Tað var kanska ikki óvanta, tí Sunniva hevði vant hondbólt í H71, síðan hon var 11 ára gomul. Undan tí hevði hon estetiskan fimleik, har ballet var partur av venjingini. Harvið hevði hon eina basu við rútmu, kraft og kropskontrol við sær, umframt eina styrki, sum hon dugdi at brúka til, at kasta spjótið langt næstan frá fyrsta degi. Fyrsta kappingin var 28 apríl í 2016, og har kastaði hon 500 g tunga spjótið 15,22 m. Fýra vikur seinni kastaði hon 21,62 m, og tvær vikur seinni enn tað kastaði hon 29,08 m. Stutt eftir fór hon útum 30 m strikuna, og har hevur hon verið síðan, fyrst við 500 g spjótinum og longu í 2017 kastaði hon 600 g spjótið hjá kvinnunum útum 30 m strikuna á fyrsta sinnið, og seinni sama ár kastaði hon spjótið útum kravið til oyggjaleikirnar, men tíðanverri var hetta eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið.
Tað var skjótt, at Sunniva staðfesti støði hon var á, tí á sumri 2019 var hon úttikin til danska U20 landsliðið, sum skuldi kappast í Spania. Síðan hevur hon verið millum tær fremstu í Danmark í sínum árgangi.
Í byrjani var venjingin tvíbýtt millum hondbóltin og frælsu ítróttina, har hondbólturin var fyrsti prioritetur um veturin, meðan frælsa ítróttin var tað um summari. Í hondbóltinum var hon eisini millum tey fremstu, tí útyvir at hava vunnið steypakapping og FM í hondbóltinum, so var hon á U19 landsliðinum í hondbólti, áðrenn hon til eina hondbóltsvenjing í januar 2021, var so óheppin at slíta fremra krossbandið í vinstra knæði. Sjey mánar seinni slapp hon undir skurð, og so byrjaði langa uppafturvenjingin. Hesa tíðina var gott at hava Luffa, sum sigst vera heimsins fittasta kanin, at troysta seg tá saknurin eftir ”ordiligari” venjing var serliga stórur.
Sunniva kundi sjálvandi hvørki venja hondbólt ella kasta spjót, men tað steðgaði ikki Sunnivu. Útyvir uppafturvenjing av knæðnum, so vandi hon styrki fyri restina av kroppinum, og skjótt var hon aftur á Tórsbreyt, har hon fyrst arbeiddi við kasti uttan atrenning, so við at ganga inn í kasti, tó altíð uttan at leggja vektina á skurðviðgjørda knæði. Her var møguligt at arbeiða við, at kobla alla slynguna uppá frá vinstra fóti til høgru hond, har primera fokus í byrjani var ovari partur av slynguni, tvs fáa bringuna at seta gongd í yvirarmin, sum setur gongd í undirarmin, sum setur gongd í hondlið.
Miðjan mai í 2022 var hon aftur klár at kappast, men tó við einari atrenning, har hon gekk tvey fet og so kastaði hon. August sama ár, megnaði hon aftur at renna við spjótinum og kastaði hon heilt út um 38 m strikuna og vísti at hon var klár til oyggjaleikirnar. So var farið í gongd við at byggja upp til oyggjaleikir, og hóast venjingin við H71 kvinnunum fylti nógv gjøgnum veturin, so tók hon føroyska innandura metið í kapping í Svøríki í mars, og var tí úttikin til danska U23 landsliðið, men her valdi Sunniva at geva avboð, tí har var ov nógv annað í vegin.
Upp til oyggjaleikirnar hevur verið nógv arbeitt við tryggleika í kastinum, og ikki minst, álit á skurðviðgjørda knæði, tí tá ein kastar spjót, verður vinstra bein (hjá høgra honds kastara), brúkt sum bremsa, tvs øll ferðin frameftir verður steðga við at seta vinstra bein hart í jørðina. Hetta er sera belastandi, og krevur totalt álit á knæðið. Nakað sum kann verða trupult stutt eftir eina skurðviðger. Um álitið á knæði ikki er har, so vil tað geva eftir, og hetta forplantar seg upp gjøgnum slynguna, við m.a. at albogin verður drigin niður, og tað ger, at øksl og albogi verða alt ov nógv belasta. Hetta hevur givið afturvendandi trupulleikar bæði í øksl og alboga.
Tá kappingin byrjaði á Guernsey, visti Sunniva, at um hon kastaði upp til sítt besta, so var møguleikin fyri heiðursmerki til staðar, kanska enntá silvur. Sunniva byrjaði við at kasta 35,40 m, sum gjørdi at hon lá á einum øðrum plássi eftir fyrsta umfar. Har var tó tætt, tí tvær aðrar kastaðu eisini útum 35 m strikuna í øðrum umfarið, men hvørgin fór framvið Sunnivu. Í fimta umfarið kom Sunniva út á 35,97 m, og legði eitt sindur av sjógv millum seg og hinar, men enn var onki avgjørt. Síðsta kast hjá henni, sum lá á triðja plássi var langt, men tá máta varð, segði mátiðbandi 35,50 m. Harvið hevði Sunniva tryggja sær silvurmerkið, áðrenn hon kastaði sítt síðsta kast.
Til heystar fer Sunniva til Keypmannahavnar í lestrarørindum. Enn er tað ikki endaliga avgjørt, um tað verður lívfrøði ella fysioterapi, men vist er, at hon framhaldandi fer at venja bæði hondbólt og spjótkast. Spjótkastvenjingin kemur uttan iva at verða á høgum støði, tí hon hevur fingið tilboð um, at venja hjá honum, ið eigur danska metið hjá monnum, í tí felagnum, sum hevur vunnið danska lið-meistaraheitið seinastu 2-3 ártíggjuni. Tað er tó lítil ivi um, at Sunniva kemur heim at vitja javnan, tí Luffi verður verðandi í Føroyum.