Sunniva danskur meistari
Danska meistaraheitið fyri ung var síðsta kapping í ár. Kappingin var í Hvidovre nærhendis Keypmannahavn. Veðrið var av tí besta, um enn vindur í so ofta var eitt vet og nógvur til, at met kundu góðkennast á stuttu sprintteinunum.
Sunniva Bogdadóttir var fyrst í eldin. Hon kappaðist í elsta bólki, har hon var styrkismett til eitt silvurmerkið 2½ metur aftanfyri nummar eitt. Sunniva hevur justera teknikkin, tí var avtalan at byrja róliga og so arbeiða seg upp í intensiteti. Hetta gjørdist enn meir avgerandi, tí har var ein irriterandi mótvindur skák frá høgru, sum gjørdi at legði tú spjótið ov høgt, so vildi tað missa flogið og detta. Í fyrstu royndini snýkti gamli teknikkurin seg inn, og gjørdist kasti høgt og tískil datt spjótið av vindinum og lendi á 29,77 m. Sunniva rættaði inn, í næsta har hon rakti vinklarnar væl betri, og gjørdist úrslitið eitt kast uppá 39,51 m. Harvið legði hon seg á fyrsta pláss. Í triðja og fjórða umfarið rakti hon ikki spjóti og tískil blivu hesi væl styttri. Í fimta fekk hon góða ferð og, um tað var stilt, so hevði tað fari langt, men tað var í so høgt, og eftir at hava flogið útum 30 m strikuna, datt tað av vindinum og lendi tíðanverri á 36,09 m. Síðsta miseydnaðist, men teir 39,51 m, sum eru 91 cm longri enn hon hevur kastað áður, rakk til eitt trygt gullmerkið, 2½ m frammanfyri nummar tvey. Sunnia flutti til Keypmannahavn í lestarørinum fyri einari viku síðan, tí verður næsta venjingin hjá Sunnivu í danska felagnum Sparta, har hon skal venja hjá Kenneth Petersen, sum eigur danska metið hjá monnum. Hansara longsta kast er 81,22 m. Kenneth hugdi at kappingini og sá stórt potentialið í Sunnivu, sum hann gleddi seg at arbeiða saman við.
Samstundis sum Sunniva kastaði, royndi Ai Waagstein seg móti ikki færri enn 11 øðrum ungum donskum kvinnum í bólkinum gentur 16-17 ár, har Ai er yngri árgangur. Ai var styrkismett sum nummar 5 góðar 3 metrar frá bronsuni. Irriterandi mótvindurin argaði enn meir við lættara spjótinum, sum Ai kastaði við, tí megnaði ongin av ungu kvinnunum at kasta upp til sítt besta. Næsta kasti var tó uttan iva besta kast Ai hevur kastað. Tað lendi nærhendis 40 m strikuni, men tíðanverri markeraði spjótið ikki (oddurin skal nerta við undirlagi fyrst, fyri at kasti kann góðkennast). Kappingin um triðja pláss gjørdist tískil serliga tættur, tí tá Ai, eftir at hava økt um longdina í triðja og fjórða umfarið, var komin út á 33,59 m, var hon á sjeynda plássi bara góðan metur frá bronsumserkinum. Hon satsaði tí alt í síðsta umfarið, men tíðanverri sat tað ikki heilt og harvið endaði Ai við at kasta 33,59 m hesaferð, sum rakk til eitt sjeyndapláss.
Meðan Ai og Sunniva kastaðu spjót, var Bjalla Beintudóttir Dalsgarð farin til 100 m startin, har hon var í fyrsta riðli. Bjalla hevur tikið seg fram í 100 m hon hevur luttikið í, og tí var tað spennandi at vita, hvørt hon megnaði at gera tað aftur. Tá skotið fór, var hon skjót upp í sín effektiva rennistíl, og her megnaði hon at fylgja við hinum, sum høvdu munandi betri tíðir undan kappingini. Úrslitið gjørdist at hon rann teinin uppá 14,19 sek, sum er 0,25 sek skjótari enn hon hevur megnað áður.
So átti Vibeka Eihilt Sivertsen, sum kappast fyri Treysti, tørn. Hon skuldi royna seg á 100 m, 200 m og 400 m. Her var 100 m fyrst. Hon kappast í bólkinum G18-19 ár. Vibeka, sum primert hevur vant miðtein og síðstu tíðina hevur vant langsprint (400 m), var upp móti 100 m specialistum, og tí var tað vantandi, at hinar vóru skjótari avstað, men Vibeka hevur tikið seg nógv fram, og var hon við hinum í fyrstu fetunum. Hon dragnaði tó nakað, men megnaði at renna teinin uppá 13,66 sek, sum er 0,1 sek undir hennara persónliga metið.
So átti Bjalla aftur tørn. Hesaferð var tað 300 m, sum er ein teinur, hon ikki hevur roynt áður. Bjalla var í fyrsta riðli, har hon rann á innastu geil. Hon legði í so varliga út, og dragnaði hon tí nakað í mun til hinar fyrstu 200 m, men so skrúvaði hon upp fyri ferðini, og megnaði hon tí, at minka munandi um munin til tær frammanfyri allan vegin, til tær fóru um mállinjuna. Tíðin hjá Bjallu var 47,84 sek, sum er persónligt met.
Ai Waagstein royndi seg eisini í hamarkast, sum er grein, hon ikki hevur vant serliga nógv. Her riggaði upphiting við tveimum snúðningum væl, men tá kappingin byrjaði riggaði ikki, og tí valdi hon til fimtu royndi at fara aftur til eina snúðning. Her megnaði hon at koma út á 24,57 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð.
Vibeka var síðst fyrsta dagin. Hetta var ikki ætlanin, tí uppruna skráðin segði at hon skuldi renna 400 m kl 16:10. Hon fyrireikaði seg og var klár í blokkinum tá skotið fór. Tíðanverri argaði tøknin, og tí var neyðugt við umstarti. Her valdu fyriskiparar at hesin umstartur skuldi verða eftir boðrenningarnar kl 18:00. Vibeka hitaði tí aftur upp og var klár kl 18:00, men aftur var seinkað. Klokkan var farin um 18:30 tá skotið endiliga fór. Harvið fór ein Vibeka, sum hevði hita upp tríggjar ferði og triðju ferðina var neyðugt at halda seg klára ½ tíma longri enn ætla. Hetta setur krøv, og var tað kanska orsøkin til at Vibeka, sum vanliga er skørp fyrsu 200 m, var í so sein, men hesaferð fann hon eyka kraft og megnaði at renna seg fram síðstu metrarnar. Tíðin gjørdist 65,60 sek.
Annan dagin var bara 200 m á skrá. Fyrst var tað Bjalla, sum skuldi royna seg. Hon var aftur í fyrsta riðli. Her var avtala, at hon skuldi pressa frá start og aftur pressa úr svinginum. Hon legði væl út, og kom út svinginum á liðini við hinum, sum høvdu væl betri tilmeldingartíðir. Síðstu 100 m pressaði hon, tað hon megnaði. Hetta var orsøkin til at hon á fyrsta sinnið kom undir 30 sek. Tíðin gjørdist 29,61 sek, sum er 0,59 sek skjótari enn hon hevur runnið áður.
Vibeka endaði eisini við at renna 200 m. Hon kom sera væl frá start, og rann sítt besta sving (fyrstu 100 m) nakrantíð, men so fór hon at pressa ov nógv, og misti formin. Hetta kostaði móti endanum, men hon megnaði tó at renna teinin uppa 28,74 sek.