So er ólavsøkan sett
Líka síðan Hvirlan bleiv stovnað í 2008, hevur hon verið við til ólavsøkuskrúðgonguna, og í ár var sjálvandi onki undantak. Veðrið var ikki av tí besta, men tá man sum hvirlurnar, eru vanar við at venja og kappast í øllum veðrið, so darvaði tað ikki uppmøtingini.
Flaggberi hesaferð var Arni Bartal Joensen. Hann byrjaði at venja á yngsta liðið fyri sjey árum síðan, samstundis sum hann helt á at venja bæði hondbólt og fótbólt. Tað, sum eyðkennir Arna Bartal er ongin avbjóðing er ov stór. Til venjing er hann altíð klárur at kempa, og tá kapping er á skrá, so er hann við, eisini um hann stendur einasamallur á startinum. Hesin hugburður hevur, umframt nógvar góðar upplivingar, givið honum eina støðuga framgong í øllum greinum.
Fleiri myndur síggjast her