IMG 6586

So er ólavsøkan 2024 sett

Fyri seytjandu ferð var gott 16 ára gamla felagið við í ólavsøkuskrúðgonguni, og aftur vóru tað nógvar ungar Hvirlur, sum høvdu lætið seg í flotta reyða búnan fyri, at seta ólavsøkuna við felagnum.

Flaggberin í ár var Elena Ellindsdóttir Olsen, sum er smáar tveir mánar yngri enn Hvirlan. Tað eru sjey ár síðan, at 16 ára gamla Elena gørdist partur av Hvirluni, har hon royndi seg í longdarlop og á 60 m á FMU. Umframt frælsar, so hevur Elena eisini roynt seg á kappingarliðið í estetiskum fimleiki. Elena hevur frá byrjan víst ein stríðsvilja, bæði til venjing og ikki minst í kapping. Lønin er, at hon hevur havt eina støðuga framgongd í øllum greinum, eisini í ár, har hon annars hevur verið darva av skaða.

Fleiri myndir í myndasavninum.