Nógv persónlig met í Reykjavík
Níggju hvirlur royna seg hetta vikuskiftið í kappingini Stórmót ÍR, sum er størsta innandura kapping í Íslandi. Felags fyri allar er, at tær í vetur hava vant nógva grundvenjing, og einans hava hugsavnað seg um, at fyrireika seg til kappingina síðstu tvær vikurnar áðrenn fráferð. Nú fyrri dagurin er av, standa tey sjey, sum kappaðust í 12 kappingum í dag við 11 persónligum metum.
Fyrst í eldin var Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, sum kappaðist í bólkinum gentur 15 ár. Hennara fyrsta kapping var á 60 m, sum er stytsti sprint-teinur inni. Starturin sat væl, soleiðis at tá hon kom upp at sprinta ,var hon fremst í riðlinum, hetta helt hon á mál, har klokkan segði 9,00 sek. Tað er 0,2 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.
Bjalla fór beina leið til longdarlop, har hon hevði eitt super-úrslit frá síðst at liva upp til. Hon var í so varin í fyrstu tveimum lopunum, men í triðja víst hon, hvat hon kann, tí við at leypa 4,22 m, leyp hon næstan hálvan metur longri. Tað var tó 6 cm styttri enn hennara lop frá 2023.
Ímeðan Bjalla leyp, rann William E. S. Kruse 60 m. Hann kappaðist í bólkinum dreingir 15 ár. Hann reisti seg skjótt í startinum, og manglaði tí eitt sindur av drive, men megnaði tó at bøta um persónliga metið, sum nú eitur 9,05 s.
So var tað 15 ára gamli Arni Bartal Joensen, sum skuldi royna seg í longdarlopið. Her hava fyriskiparar valt at leggja bólkarnar 16-17, 18-19 og vaksin saman, tvs at Arni Bartal kappaðist móti teimum vaksnu. Arni Bartal kom útum 3 m strikuna fyri fyrstu ferð á Stórmót í 2023, har hann leyp 3,87 m, sum var persónliga metið undan kappingini, men longu í fyrsta lopið leyp hann heilt út á 4,56 m. Tað næsta miseydnaðist, meðan tað triðja aftur gjørdist langt, men tó nakrar centimetrar styttir enn tað fyrsta. Hann legði harvið heilar 69 cm afturat sínum persónliga meti.
So fóru Elena Ellindsdóttir Olsen, Elin Johnsdóttir og Lucia G. Sødergren at royna seg á 60 m teininum. Eins og hjá monnunum, so var teirra bólkur partur av elsta bólki, og kappaðust tær tí móti teimum vaksnu kvinnunum. Her var tað Elena, sum hóast ein eitt sindur miseydnaðan start, sum var skjótast. Við tíðini 9,05 sek skar hon 0,21 sek av sínum persónliga meti. Lucia og Elin runnu sínar fyrstu 60 m, og komu á mál við tíðunum 9,55 s og 9,83 sek.
Elena og Lucia fóru beina leið til longdarlop, meðan Elin, sum eisini hevði meldað til í longdarlop, valdi at luttaka í kúlustoyt í staðin, har hon eisini var melda til. Elena og Lucia eru báðar, væl skjótari enn tær hava verið, og avsetti er betri, men tað kann verða trupult at fáa atrenning at sita, og so var hesaferð hjá báðum, har stórar broytingar vóru millum flestu lopini. Elena legði tó út við at leypa 4,28 m, meðan Lucia leyp 3,15 m. Lucia økti í næsta til 3,84 m, meðan tað miseydnaðist hjá Elenu. So kom triðja lop, og báðar vistu, at um tær skuldu sleppa at halda áfram, so var kravið at tær bøttu. Fyrst var tað Lucia, og hesaferð rakti hon plankan perfekt, og leyp harvið 4,10 m, meðan Elena eisini leyp 4,10 m. So var eftir at bíðja, og tað vísti seg, at tær eftir trý umførð lógu á ávikavist 8. og 9. plássi. Elena helt tí áfram í kappiningini. Her argaði atrenningin aftur, men í síðsta sat tað, og leyp hon 4,38 m. Harvið endaði tað við at Lucia, sum ikki hevur kappast innandur áður, leyp 23 cm longri enn hon hevði megnað úti áður, meðan Elena leyp 71 cm longri enn hennara persónliga met.
Ímeðan Elena og Lucia kappaðust í longdarlop, kappaðust Lovisa Niclasen og Elin í kúlustoyt. Lovisa hjá teimum vaksnu og Elin í bólkingum G16-17. Her legði Lovisa út við at stoyta 4,0 kg tungu kúluna út á 9,30 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Tað er 25 cm longri enn hon megnaði, tá hon í summar vann sær silvurmerkið til FM. Elin var verðuliga komin upp í ferð á 60 m, tí longu í fyrsta stoytti hon 3,0 kg tungu kúluna út á 7,69 m. Tað næsta miseydnaðist, meðan hon í triðja kom heilt út á 7,72 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Tey trý síðstu vóru eisini øll væl longri enn hennara persónliga met, men við 7,72 m megnaði hon at økja um sítt persónliga met við 1,23 m.
Tann fimta hvirlan, sum var í gongd samstundis í Laugardalshøllini, var Arni Bartal, sum rann 60 m. Arni Bartal, sum rann teinin uppá 10,32 sek í 2023, kom væl frá startinum, og tað sást at ferðin er økt nógv. Hetta segði klokkan eisini tí við tíðini 8,87 sek hevði hann skorið heitil 1,45 sek av sínum persónliga meti.
Hóast nógv góð úrslit, so var eitt tað besta, at síggja ungu hvirlurnar stuðla hvønn annan, og ikki minst, hvussu tey megnaði at fáa samskiftið í lag við íslendingar, sum tey kappaðust ímóti.