Nógv gull fyrra dagin á FM

Fyrsti dagurin av ársins kapping um føroyska meistaraheiti á breyt  var merktur av at el-tíðtøku skipanin ikki vildi spæla við, men góða veðrið gjørdi at dagurin eydnaðist væl við nógvum góðum úrslitum.

Longdarlop

Fyrsta kappingin var Longdarlop her royndi Arni Bartal seg hjá monnunum, meðan Ai Waagstein, Elena Ellindsóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren royndu seg hjá kvinnunum. Arni Bartal byrjaði við at leypa 4,14 m. næstu fýra lopini hevði hann trupulleikar við at fáa atrenningina at sita, men eftir at hava broytt munandi til síðsta lop, so riggaði. Hann rakti plankan og leypa 4,80 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met við 44 cm. Harvið ognaði hann sær gullmerkið í kappiningi.

Hjá kvinnunum legði Elena út við at leypa 4,29 m, og legði hon seg harvið á odda í kappingini. Lucia leyp langt aftanfyri plankan, men kom tó út á 3,92 m, og legði hon seg harvið á triðja pláss, frammanfyri Ai, sum leyp 3,49 m. Elena fekk eitt nærum perfekt lop í øðrum umfarið, hon lendi langt úti í grøvini, tíðanverri gjørdi hon yvirtrakk við 2-3 cm, og tí bleiv tað ikki máta. Ai økti til 3,60 m í øðrum umfarið, og valdi síðan at steðga, fyri at fyrireika seg til Kúlustoyt. Í triðja økti Lucia till 4,06 m. Báðar royndu at leggja meir omaná, her var Elena nærmast, men aftur var tað yvirtrakk. Teir 4,29 m hon leyp í fyrsta umfarið, vóru tó nóg mikið til at tryggja sær gulli við einum lopið, sum er 30 cm longri enn hennara persónliga met. Lucia ognaði sær bronsumerkið, við at bøta um sítt persónliga met við 5 cm, og Ai gjørdist nummar fýra við einum lopið, sum var 29 cm longri enn hon hevur lopið áður.

Kúlustoyt

Næsta kappingin var Kúlustoyt. Her royndu Lucia og Ai seg aftur. Her var Lovisa Niclasen eisini klár at royna seg. Lucia og Ai kappast vanliga við 3,0 kg tungu kúluni, og var hetta tí fyrsta kapping við 4,0 kg tungu kvinnukúluni. Lovisa hevur nýtt tíðina síðan síðstu kapping í juni til at justera teknikkin, og var tað ein orsøk til, at hon bøtti um sítt persónliga met við 1 cm til 9,99 m í fyrstu royndini. So var kappingin í verðuleikanum avgjørd. Ai legði út við at stoyta kúluna út á 6,43 m, meðan Lucia tók triðja pláss eftir fyrsta umfar við einum stoyti uppá 4,92 m. Lovisa fekk aftur góða ferð á kúluna í øðrum umfari, men tað gjørdist tó eitt vet styttri. Meðan Ai og Lovisa stoyttu eitt vet styttri í øðrum umfari, økti Lucia út á 5,63 m, og var hon harvið bara 80 cm frá silvurmerkinum. Ai royndi at svara aftur, men triðja bleiv neyvt somu longd sum hennara fyrsta, meðan Lucia legði 6 cm afturat í triðja umfarið, enn manglaðu tó 74 cm. Nú valdi Ai at steðga, tí næsta kappingargrein var spjótkast, og tað er hennara primergrein. Lucia helt tó á, og í fjórða kom hon út á 6,07 m, so nú var hon bara 36 cm frá silvurmerkinum. Í fjórða rakti Lovisa aftur kúluna væl, men tað var 9 cm styttri enn hennara fyrsta. Lucia hinvegin, helt á at leggja afturat. Hon kom út á 6,22 m í fimta umfarið, og manglaði nú 21 cm í at taka annað pláss. So var spennandi í síðsta umfari, tí Lucia hevði økt øll umførini, men í sætta steðgaði tað, og hon ognaði sær tískil bronsumerkið við 6,22 m, Ai tók silvurmerkið við 6,43 m og Lovisa ognaði sær eitt trygt gullmerkið við 9,99 m.

Hjá monnunum vóru tað Arni Bartal, sum vanliga kappast við 5,0 kg kúluni og Jógvan Ingi, sum vanliga kappast við 4,0 kg tungu kúluni. Teir skuldu hesaferð royna seg við 7,26 kg tungu kúluni. Her legði Jógvan Ingi, sum hevur fokusera uppá kúlustoyt í summar, út við at stoyta kúluna út á 7,92 m. Arni Bartal, sum primert venur sprint og lop, kom út á 6,63 m í fyrstu royndini. Jógvan Ingi økti heilt út á 8,37 m í øðrum umfari. Triðja umfar broytti onki, men í fjórða økti Arni Bartal til 6,42 m og Jógvan Ingi til 8,48 m, sum gjørdist tað longsta hjá báðum. Harvið gjørdist Jógvan Ingi føroyameistari frammanfyri Arna Bartal, sum vann silvurmerki.

Spjótkast

Spjótkast var næsta grein, og her vóru heilar seks kvinnur við. Tær vóru Ai, Elena, Elin Niclasen, Lovisa, Lucia og Sunniva Bogadóttir. Sunniva legði út við at kasta 600 g tunga spjótið 41,74 m, sum er næstan tveir metrar longri enn hennara persónliga met, meðan Ai Waagstein, sum vanliga kappast við 500 g tungum spjótum, kastaði 33,28 m, sum er góðar fýra metrar longri enn hennara persónliga met. Elin kom út á 28,39 m, meðan Lovisa við 20,53 m legði seg á fjórða pláss, frammanfyri Elenu, sum kastaði 10,19 m. Sunniva fekk ein lítlan snudd í knæði í øðrum umfarið, og tískil gjørdist tað fyrsta hennara longsta, men tað rakk eisini til eitt trygt gullmerkið, frammanfyri Ai, sum kastaði øll síni kast útum gamla persónliga meti, men teir 33,28 m hon kastaði í fyrsta umfarið, gjørdist tað besta hesaferð, sum var nóg mikið til silvurmerkið, frammanfyri Elin, sum kom út á 30,78 m í triðja umfarið. Lovisa gjørdist nummar fýra við 21,55 m. Lucia nr fimm við 16,75 m og Elena nummar seks við 10,48 m.

Hjá monnunum vóru tað aftur Arni Bartal og Jógvan Ingi, sum royndu seg við 800 g tunga spjótinum. Jógvan Ingi kappast vanliga við 600 g tunga spjótinum og Arni Bartal við 700 g spjótinum. Her legði Jógvan Ingi út við at kasta 28,09 m, meðan Arni Bartal kom út á 21,25 m. Harvið var dysturin um føroyameistaraheiti avgjørdur, men báðir vildu meir og tað vístu teir. Jógvan Ingi økti fyrst til 28,86 m og so heilt út á 30,63 m, sum bara er 51 cm styttri enn hann hevur kastað 600 g tunga spjótið. Arni Bartal økti fyrst til 22,54 m, so til 23,09 og at enda til 23,11 m. Harvið ognaði hann sær silvurmerkið við at kasta 800 g spjótið 1,34 m longri enn hann hevur kastað 700 g tunga spjótið.

4x100 m

Síðsta grein á degnum var 4x100 m og har var Hvirlan við. Hon var manna av Ai, Hervør Niclasen, Elenu og Luciu. Tær runnu væl og komu á mál við tíðini 1 min 1,2 sek.

Fleiri myndir eru at finna her