IMG 2415

Lýdia endurvann bronsumerkið

Lýdia Poula Simonsen byrjaði við, at venja hondbólt við H17 sum 5 ára gomul. Hon vandi eisini fimleik og fótbólt, men tá beiggin fór at ganga til frælsa ítrótt, fekka Lýdia eisini hug at royna hetta. Tí var tað at Lýdia, sum 12 ára gomul møtti til venjing í Hvirluni. Í byrjani var tað tó hondbólturin, sum fylti mest, og tí vandi Lýdia eina ferð um vikuna við Hvirluni. Hóast frælsa ítróttin ikki var tað primera, so var tað skjótt at Lýdia fall fyri kúlustoyt, og so fór at ganga skjótt framá.

Sum 15 ára gomul var tað við 3,0 kg kúluni hon byrjaði at gera vart við seg, tí eftir at hava stoytt kúluna út á 7,52 m sum 14 ára gomul, kom hon út um 9 m strikuna árið eftir, og og so heilt út á næstan 12 metrar sum 16 ára gomul. Hetta árið fór Lýdia á ítróttaeftirskúla, og her stóð valið millum frælsa ítrótt og hondbólt, og her fall valið á frælsu ítróttina. Tíðanverri vísti tað seg, at skúlin ikki hevði nakran kastvenjara atknýttan, og tí var tað so sum so við kvalitetinum í venjing hetta árið, og sást tað aftur, tá hon fór í ringin til kappingar.

Heimafturkomin var farið í gongd at byggja uppaftur, og skjótt var hon aftur nærhendis 12 m strikuni, og í kapping um føroyska meistarheitið fyri ung árið eftir, breyt hon 12 m strikuna í síni allar síðstu kapping við 3,0 kg kúluni. Úrslitið gjørdist 12,30 m. Skiftið til 4,0 kg tungu kvinnukúluna gekk gott, tí hon hevði longu sum 17 ára gomul tikið føroyska metið. Sama ár tók hon føroyska metið í diskuskast. Tað var í 2019 at Lýdia, 18 ára gomul, var við fyrstu ferð við til oyggjaleikirnar. Her gjørdi hon ikki mætari enn, at taka føroyska metið og við tí vann hon bronsumerkið. Í kapping um føroyska meistaraheiti sama ár, flutti hon føroyska metið út á 11,78 m.

So valdi Lýdia at taka ein steðg frá miðvísari kastvenjing, men hon helt tó á at venja styrki, og var við til kappingar. Á vetri 2022 kom ferð aftur á venjingina, og skjótt sást framgongdin aftur, hóast hon noyddist at balansera venjing og arbeiðið, har hon arbeiddi í venjingartíð aðru hvørja viku. Hesar dagarnar, vandi hon sjálv fyrr uppá dagin. Í fyrstu kapping í 2023 var hon úti á 10,56 m við kúluni, men hon økti fyri hvørja kapping, og longu í mai var hon aftur uttanfyri 11 m strikuna, og vísti at hon vantandi kundi kappast við um heiðursmerkini á Guernsey. Her skuldi hon eisini kappast í diskuskast.

Skráin á oyggjeikunum segði, at Lýdia skuldi kappast í kúlustoyt týsdag og diskuskast mikudag. Tað var ongin ivi um, at Lýdia hevur munandi hægri støði í kúlustoyt enn í diskuskast, og tí var einans hugsa um kúlustoyt til venjingar á Guernsey. Her gekk væl, og var Lýdia fleiri ferðir uttanfyri 11 m strikuna.

So byrjaði kappingin. Tað vóur 14 luttakarar við, og bara 8 tær bestu sluppu at halda áfram eftir trý umførð, tí var avgjørt at byrja varðliga. Lýdia byrjaði tí við einari tryggari roynd, har hon legði kúluna út á 10,40 m. Harvið legði hon seg á triðja pláss, 10 cm frammanfyri nr 4. Tað primera var tó, at hon nú var vís í at vera millum tær átta bestu. So setti Lýdia ferð á, men tað er altíð ein vandi við tí, tí ferðin ger at tað er munandi truplari at raka røttu positiónirnar. Í næstu royndini riggaði timing millum fót ísetan og øksl/arm aktivering ikki optimal, men hægra ferðin gjørdi at Lýdia tó legði 17 cm omaná, og økti harvið frástøðuna til tað næstu. Eftir trý umfør, verður raðfylgjan broytt, soleiðis at tann, sum hevur kasta styts byrjar, meðan tann, sum hevur kasta longst endar. Harvið fór Lýdia inn í síðstu trý umførini, sum tann, sum var triðjsíðst í kasti-raðfylgjuni. Her minkaði munurin aftur til nr 4 niður í 13 cm, men í fimta umfarið fekk Lýdia timing og ferð at rigga, og stoytti hon tískil kúluna út á 11,04 m, og hevði harvið 70 cm aftur til nr 4, og 56 cm fram til nr 2. Tá Lýdia fór í ringin í sætta umfarið, var avgjørt at hon átti bronsumerki, tí var satsa. Ferðin var nógv, og har var kraft í, men timing var ikki optimal, og tí bleiv tað ikki longri. Hetta var triðja kapping á rað, har Lýdia megnaði at koma útum 11 m strikuna. Tað hevur hon ongantíð megna áður. Lýdia endaði tó við at endurvinna bronsumerkið, aftanfyri tær somu, sum vunnu ávikavist gull og silvur á Gibraltar í 2019.

Morgunin eftir at Lýdia hevði vunnið bronsumerkið í kúlustoyt, var hon á stadion og vandi diskuskast. Hetta var fyri at fáa føling við diskin eftir, at bara hava hugsavnað seg um kúluna, síðan hon kom til Guernsey. Nakrar tímar seinni byrjaði kappingin. Her visti Lýdia, at hon skuldi kasta upp til sítt allar besta fyri at koma millum tær átta, sum fingu seks kast. Lýdia legði út við einum tryggum kasti, sum bleiv máta til 28,55 m. Harvið legði hon seg á áttanda pláss. Tað var tó ongin ivi um, at hetta fór ikki at røkka, tí var ferðin sett upp til næstu royndinar. Í næstu royndini var hon í so sein, at fáa vinstra bein í jørðina, og tí fekk hon ikki skapt forspenni í kroppin. Ein fór framvið, og tí skuldi Lýdia finna næstan tríggjar metrar í triðja umfarið fyri, at koma millum tær átta bestu, sum fóru at halda áfram. Tað var líka við at tað eydnaðist, hon fekk góða ferð á frameftir í ringinum, og vinstri fótur fekk kontakt, men kroppurin var í so skjótur inn í kasti, og tí fór diskurin í netið. Harvið endaði Lýdia á einum níggjunda plássi av teimum trettan luttakarunum.

Komandi ár ferð Lýdia undir víðari lestur. Hon hevur søkt bæði her heima og í Danmark, og tí er enn ikki avgjørt hvagar leiðin liggur.