Kerjar; væleydna tiltak í Havnadali
Tá annað umfar av vetrarkappingini hjá FÍF fór av bakkastokki, var tað Hvirlan, sum skipaði fyri. Forkvinnan í Hvirluni, Lovisa Niclasen, sendi teir 45 rennaranar avstað uttanfyri Spíran í Havnardali.
Rennararnir fóru fyrst út til vatnbyrgingina í havnardali, fyri síðan at renna fram við Spíran aftur, áðrenn teir tóku eina rundu á rossagøtunum.
Eftir kappingina fingu rennarar frugt frá Poul Hansen og Aqua D'or frá Damfar. Eisini bjóðaði Hvirlan kaffi og rísalamang.
úrslitini síggjast her
Myndir síggjast her