Hvirlan á DMU

Fýra hvirlur royndu seg farna vikuskiftið í danska meistaraheitinum fyri ung. Kappingin var á Langvang stadion í Randers, sum liggur uppat stásiligari høll, har hita var upp til kappingarnar. Kappingin var sera væl fyriskipa, har strømmu teymarnir, sum ofta eru í slikum kappingum vóru munandi leysari, har venjarar millum annað, sluppu yvir til staðið, har kappast var, at leggja lag á. Veðrið var tó ein avbjóðing fyri hvirlurnar, sum ikki eru vanar við at kappast í sólskin og 25 hitastigum.

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð

Bjalla var einsamøll Hvirla í yngsta bólkinum hjá gentum. Hon skuldi royna seg í longdarlopi og á 300 m teininum. Báðar kappingarnar vóru leygardag. Tann fyrra var Longdarlop. Hetta mundi verða størsti bólkurin á degnum, tí heilar 30 høvdu melda til. Tað merkti at langt var millum lopini, og gevur tað aðrar avbjóðingar enn til heimligu kappingarnar, har luttakaratalið sjáldan ferð uppum 6. Harumframt var hon styrkismett, sum nummar 25. Hetta nervaði tó ikki Bjallu, tí í fyrsta lopinum legði hon 13 cm afturat sínum persónliga meti. Tað næsta lopið sat enn betur, men tíðanverri, so leyp hon uml 30 cm aftanfyri plankan, og harvið “misti” hon hesar 30 cm í samlaðu longdini. Lopið bleiv tó máta til 4,25 m. Triðja var eitt vet styttri. Tá avtornaði endaði Bjalla sum nummar 14, og harvið 11 pláss fremri enn hon var styrkismett, og avstandurin upp til tær 8, sum fingu trý lop afturat var bara 22 cm, so um hon rakti plankan betri í øðrum lopið, so var hon við.

Hálvan triðja tíma seinni var 300 m á skrá. Her var Bjalla í b-finaluni, tvs tí finaluni, har tær vantandi seinnu runnu. Her var styrkismetingin gjørd út frá besta úrslitið higartil í ár. Bjalla var styrkismett nr 2 í b-finaluni og nr 9 samanlagt. Hitin og kappingin í Longdarlop hevði sett síni spor, men hesaferð fekk Bjalla verðuliga ferð á frá fyrsta fetið. Hon rann væl og helt hinar fyrstu helvt av teininum, og so setti hon turboðina á, og trektri frá øllum inn móti málinum, har hon var meir enn eitt sek frammanfyri nr 2. Tíðin hjá Bjallu gjørdist 45,83 sek, sum er 1,59 sek skjótari enn hennara gamla persónliga met. Tá so tær vantandi skjótaru høvdu runnið, vísti tað seg at Bjalla endaði á einum samlaðum sætta plássi, og harvið trý pláss betri enn mett.

Jógvan Ingi Falkvard Joensen

Jógvan Ingi hevði bert Kúlustoyt á skrá leygardagin. Her vóru sjey luttakarar við. Jógvan Ingi var styrkismettur nr fimm í kappingini. Venjingin hjá Jógvan Inga hevur ikki gingið eftir vild í seinastuni, sum tað av og á hendir við teknisku greinunum. Ein lítil broyting í timing í rørslum, kann kosta nógv, og tí hevur Jógvan Ingi havt trupult við at koma útum 11 m strikuna til venjing, hóast hansara besta úrslit í ár eitur 11,64 m. Hann fekk tó víst, at hann kann tá tað telur, tí hann megnaði at stoyta 4,0 kg tungu kúluna út um 11 m strikuna. Tað longsta gjørdist 11,10 m, og harvið endaði hann á fimta plássi, eins og styrkismetingin segði.

Jógvan Ingi royndi seg í spjótkast sunnudagin. Her hevur hann havt trupulleikar við at fáa flog á spjótið, og tí hevur hansara persónliga met ligið stabilt á 31 m. Fyri smáðum tveimum vikum síðan, fekk hann broytt avlevering, so hann fekk betri flog, og tað gjørdi at hann flutti persónliga meti út á 34 m. Tí var tað við spenningi at hann fór í dyst í Randers. Upphitingin sá gott út, og fyrsta kasti var tekniskt gott, men har var ikki so nógv kraft í. Tað næsta sat væl betri, og lendi tað úti á 35,17 m. Hetta gjørdist tað longsta hjá Jógvan Inga, sum harvið aftur megnaði at bøta um sítt persónliga met.

Elena Ellindsdóttir Olsen

Elena byrjaði sín dag á 100 m teininum. Her hevur hon tvær ferðir verði undir kravið til talentbólkin hjá FÍF, men báðu ferð hevur undanvindurin verði ov nógvur til at met ella krøv verða góðkent. Fyrru ferðina var hann 0,1 m/s ov nógvur, so Elena var uppsett uppá at nú skuldi tað verða. Við persónliga metinum, hon ognaði sær fyrr í ár, var hon styrkismett nummar 12 av teimum 13 luttakarunum. Tveir riðlar vóru við ávikavist seks og sjey luttakarum. Treytin fyri at koma í finaluna var, at enda millum tær báðar fremstu, ella eiga eina av írestandi 4 skjótastu tíðunum. Elena var á geil tvey í fyrra riðlinum. Hon fekk ein góðan start, og hesaferð megnaði hon at halda leysari rørslur enn hon plagar, og gjørdi hetta, at ferðin var hægri enn hon plagar. Hon lá í tættari kapping inn móti málinum móti gentum, sum høvdu runnið millum 0,3 og 0,9 sek skjótari enn hon. Her endaði hon við at halda tvær aftanfyri seg, og harvið hevði hon longu klára seg betri enn styrkismetingin segði. Tíðin segði 13,79 sek, sum er 0,47 sek skjótari enn hennara gamla persónliga met, og 0,21 sek skjótari enn kravið til talentbólkin hjá FÍF. Tá næsti riðil var runnin, vísti tað sega at Elena bara var 0,12 sek frá at ogna sær eitt pláss í finaluni. Viðmerkjast kann at Elena hevur bøtt um sítt persónliga met við 0,91 sekundum í 2024.

Næsta kappingin var longdarlop. Her var tó eyðsýnt at 100 m hevði stressa systemið, tí hon fekk ikki sama flow í atrenningina, sum hon megnaði á 100 m. Næsta lopið gjørdist tað longsta, men hon sat eitt sindur lágt í lopinum, og við høvdinum afturá, so vóru nógvir orkulekar, sum kostaðu longd. Lopið bleiv tó máta til 4,18 m, sum bara er 3 cm frá hennara persónliga met. Í síðsta fekk hon veruliga atrenningina til at sita, við stórum leysum rørslum. Tíðverri merkti tað at hon kom alt ov nær plankanum, og leyp hon tí við skeiva beini (video). Lopið bleiv máta til 3,35 m, men sum video vísur, so leyp hon nærri aftara plankanum. Tað eru tveir metrar millum plankarnar, so hon leyp meir enn ein metur aftanfyri har lopið bleiv máta. So har er ongin ivi um at lopið var langt omanfyri hennara persónliga met.

Ai Waagstein

Ai byrjaði við sínari sergrein, spjótkast. Her var lagt upp til eina áhugaverda kapping, tí nógvar høvdu kast um somu longd. Ai var styrkismett nummar fýra, men stutt var bæði upp til nummar trý og niður til nummar fimm og seks. Ai legði út við at kasta 34,51 m, sum rakk til eitt fjórða pláss eftir fyrsta kast. Tað næsta miseydnaðist, men so kom tað, sum man verða ein tann mest stabila serian, sum er kasta, tí næstu 4 køstini lógu øll, eins og tað fyrsta, millum 34 og 35 m. Tað longsta kom í fjórða umfarið. Tað gjørdist 34,95 m. Við hesum endaði Ai á einum fimta plássi, 1½ m frá bronsumerkinum. Millum áskoðararnar var millum annað danskur landsliðsvenjari, og hevði hann á orði, hvussu væl Ai kastaði tekniskt, og við meir kraft í køstunum, so kundi tað blíva rættuliga langt.

Ai royndi seg eisini í hamarkast. Hetta er ikki grein hon venur, og við so tekniskari grein, so skal lítið til áðrenn tað ikki hongur saman. Ai byrjaði við at verða í so varðin, men í síðsta kasti fekk hon ferð á, og lendi hamarin uttanfyri 30 m strikuna. Tíðverri gjørdi Ai yvirtrakk, og bleiv tað tí ikki máta.

Nú er hetta kappingarárið hjá Hvirluni liðugt, og tí verður ein steðgur í venjing til byrjanina av oktober, tá fari verður í gongd við at byggja upp til komandi kappingarár.