IMG 1958

Guðrið føroyskt met í hamarkast

Guðrið Káradóttir Petersen hevur etablera seg sum tann besti føroyski hamarkastarin nakrantíð. Hetta við støðugt at betra um føroyska metið, síðan hon tók tað í Svøríki fyri fimm árum síðan. Síðan hevur hon støðugt kasta útum 40 m strikuna, sum á flestu oyggjaleikum hevði verði nóg mikið til heiðursmerkið á oyggjaleikunum. Enn hevur hon tó ikki fingið møguleikan fyri at royna hetta, tí í 2019 var hamarkast tikið av skrá og í 2021 gjørdi Korona at leikirnir blivu avlýstir.

Guðrið hevur tú hildi venjing við líka, og var sum vant við tá fyrstu kappingarnar í 2023 vóru á Tórsbreyt. Her legði hon út við at kasta 41,04 m, og vóru næstu tvey kastini enn longri. Tað var tó í trðiðja at hon verðuliga fekk ferð á hamaran. Tá lendi hamarin heilt úti á 44,74m.

tøl:

  • Persónligt met við ársbyrjan: 43,88 m
  • oyggjaleikakrav: 38,00 m