IMG 9069

Góð byrjan uppá FMU

Tað var gleðiligt at Frælsur ítróttur Føroya hevði valt at skipa FMU, sum eina serstaka kapping aftur í ár, eftir at hon var samstundis sum FM vaksin í 2023. FMU er umfatandi kapping, og tí byrjaðir hon longu fríggjakvøld við rimarenning, kúlustoyt, bóltkast og trýstøkk. Hvirlan var, sum vant, væl umboða, bæði í kappingunum og ikki minst millum dómarar og hjálparar.

Gentur 6-7 ár

Yngsti bólkur hesaferð vóru tey 6-7 ára gomlu. Her byrjaðu Martha Hammer og Malena Vesenberg Thomsen. Martha hevði roynt seg áður, og vísti at hon dugur væl at kasta bólt, meðan hetta var fyrsta kapping hjá Malenu. Tað var Martha, sum legði harðast út, við at kasta 9,93 m, meðan Malena í síni fyrstu roynd kom út á 5,24 m. Báðar øktu tær í øðrum umfarið; Martha kom heilt út á 13,30 m og legði harvið ½ m afturat sínum persónliga meti, meðan Malena kom út á 5,67 m. Malena økti aftur í síðsta, hesaferð til 7,08 m, sum bleiv hennara besta.

Dreingir 6-7 ár

Natan S. Christiansen og Jónathan Vinther Tummasarson byrjaðu eins og genturnar við bóltkast. Jónathan hevði roynt tað áður, meðan hetta var fyrsta kappingin hjá Natan í hesi greinini. Natan legði út við at kasta 2,43 m, meðan tað fyrsta hjá Jónathan miseydnaðist heilt. Í næsta økti Natan til 11,66 m, meðan Jónathan kom út á 7,31 m. Jónathan hevði meir í sær og kom út á 10,14 m í triðja umfari. Sostatt endaði Natan við at kasta 11,66 m og Jónatahna 10,14 m.

Gentur 8-9 ár

Tær 8-9 ára gomlu genturnar byrjaðu við bóltkast. Her vóru heilar fimm hvirlur við. Tær voru Anna Effersøe Nónstein, Annsy Arnholdsdóttir Høghamar, Debora S. Christiansen, Jana Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen. Her legði Jana út við einum braki, tí hon kastaði heilar 27,30 m longu í fyrsta umfari. Annsny, som royndi seg í síni fyrstu kapping á Tórsbreyt, kastaði 13,53 m, Anna kastaði 12,80 m, Debora 10,05 m og Wivi 8,51 m. Hóast flotta útleggi, so økti Jana í øðrum til 27,64 m. Annsny økti eisini, hon kom út á 16,49 m, meðan Wivi økti til 10,60 m. So kom síðsta umfarð, og her megnaði Jana enn einaferð at økja, hesaferð til 28,07 m. Annsy gjørdi henni tað eftir við aftur at økja. Hon kom út á 17,62 m. Anna fekk tað eisini at ganga upp í eina hægri eind í síðsta umfarið. Hon kom út á 14,47 m, sum er góðan metur longri, enn hon hevur kastað áður.

Dreingir 8-9 ár

Jósef Vinther Tummasarson, Jónas Jógvansson Kjær og Verland Benjamin Nielsen Kruse vóru allir klárir, tá kappingin í bóltkast byrjaði. Jósef legði út við at kast 25,45 m og Verland Benjamin 11,23 m. Fyrsta kasti hjá Jónas miseydnaðist, hann lat seg tó ikki ávirka av tí, tí í øðrum umfari kastaði hann 24,53 m og legði seg beint aftanfyri Jósef. Jósef svarði aftur og økti til 26,77 m. Ongin broyting hendi í triðja, men í síðsta fekk Jónas eitt gott kast. Tað var heili 26,06 m, sum er góðar 3 metrar longri enn hansara persónliga met.

Gentur 10-11 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen løgdu fyri við at kasta 150 g tunga bóltin. Her løgdu báðar út við at bøta um teirra persónliga met. Helena legði lítlan metur afturat, tá hon kastaði 11,94 m, meðan Rebekka legði 4½ m afturat, tá hon kastaði 26,49 m. Tær roynd so at koma enn longur. Rebekka var nær við í næstu royndini, men var hon eitt vet styttri, so tað endaði við, at báðar kastaðu sítt longsta í fyrsta umfari.

Gentur 12-13 ár

Ria Langgaard, sum nýliga er byrja at venja. Hon venur ymsar greinar, men ein grein, hon ikki hevur vant serliga nógv er rimarenning. Hon var tó til dystin fús, tá kappast skuldi í 60 m rimarenning. Har skuldi hon renna uppum seks 76,2 cm høgar rimar, sum stóðu 7,65 m frá hvørjari aðrari. Tað, sum er krevjandi við at renna rimarenning er, at fáa rútmuna at passa, og serliga um ein nýtur 4 fet millum rimarnar, og harvið skal uppum skiftivís við vinstra og høgra beini. Hetta megnaði Ria væl, og helt hon eina góða rútmu allan vegin. Harvið megnaði hon at renna teinin uppá 13,43 sek.

Gentur 14-15 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, sum einamest hevur klárað seg væl í langsprint, byrjaði dagin við at renna 80 m rimarenning. Rimararnar vóru 76 cm høgar, og tað vóru 8 m ímilum hvørja rim. Tíðanverri var hon einsamøll, tá starturin fór, so málið var at fáa teknik og rútmu at sita. Hon kom væl avstað tá skotið fór og rakti fyrstu rim, sum ætla, og fekk harvið etablera rútmuna, sum gjørdi at hon megnaði at halda trý fet millum rimarnar. Hesa rútmu helt hon allan vegin og megnaði hon harvið at renna teinin uppá 14,56 sek.

Bjalla royndi seg so í kúlustoyt. Her legði hon út við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 6,23 m, og legði seg harvið á eitt deilt fyrsta pláss. Hon vísti tó í øðrum umfari at hon ikki hevði hug at deila, tí í øðrum kom hon út á 7,06 og legði seg einsamøll á fyrsta pláss. Her var tað ongin, sum kundi hótta hana. Hon var tó ikki heilt nøgd, tí í fjórða kom hon út á 7,10 m. Hon vann sostatt eitt trygt gullmerkið í kappingini.

Bjalla hevði eina strævnan dag, tí eftir fyrst at hava runnið 80 m rimarenning og stoytt kúlu var trýstøkk á skrá. Um tað var møðin frá undanfarnu kappingunum er ilt at siga, men hon hevði sera trupult við at fáa atrenningina at sita. Eftir fyrstu fýra umførini hevði hon enn til góðar at fáa eitt líkinda lop, og lá hon tá á triðja pláss í kappingini. Í fimta riggaði atrenningin heldur betri, um enn hon leyp væl aftanfyri plankan. Hon kom tó út á 9,21 m og legði seg á fyrsta pláss. Hon økti í síðsta til 9,30 m har hon enn leyp meir enn ein fót frá plankanum. Hon gjørdist tó 23 cm ov stutt til, at ogna sær gullið, men fór heim við bronsumerkinum.

Dreingir 14-15 ár

Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og William Schilling Kruse byrjaðu við 4,0 kg tungu kúluni. Hetta er grein, sum Baldur og Jógvan Ingi venja støðugt, meðan William primert venur sprint og lop. Baldur byrjaði við at stoyta kúluna út á 9,23 m, meðan Jógvan Ingi beint eftir við 10,02 m kom beint útum 10 m strikuna. William legði út við at stoyta 6,51 m. Baldur økti í ørum til 9,29 m og nærkaðist Jógvan Inga, meðan William legði næstan ein metur afturat tá hann stoytti 7,43 m. Í triðja svaraði Jógvan Ingi við at stoyt kúluna út á 10,81 m. Baldur kempaði fyri at fyljgja við og økti til 9,54 í fjórða umfari. Hóast teir kempaðu síðstu umførðini, so endaði tað við, at Jógvan Ingi vann við 10,81 m, Baldur gjørdist nummar tvey við 9,54 m og William nummar trý við 7,43 m.

Eftir at kúlustoyt var liðugt, fór William beina leið til trýstøkk. Eftir eitt miseydna lop, leyp hann 8,45 m í øðrum, hóast hann leyp langt aftanfyri plankan. Hann føldi eitt sindur til eina gamlan skaða, og tí valdi hann at steðga eftir triðja lopið. Hann ognaði sær tó gull við teimum 8,45 m hann leyp í øðru umfari.

Gentur 16-17 ár

Ai Waagstein og Lucia Gjoveraa Sødergren royndu seg fyrst í kúlustoyt. Ai, sum einamest venur spjótkast legði út við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 7,52 m, meðan Lucia, sum primert venur sprint kom út á 5,70 m. Ai økti til 7,99 m í øðrum, meðan Lucia kom út á 6,43 m. Ai royndi at koma longur, men hesaferð blivu teir 7,99 m tað longsta. Lucia, økti bæði í fimta og í sætta umfari, og endaði við at koma út a 6,95 m. Harvið vunnu tær ávikavist gull og silvur í kappingini.

Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaði sítt FMU við at kappast í trýstøkk. Elena hevur onkuntíð verði eitt sindur varin í atrenning og tí lopi væl aftanfyri. Hetta gjørdi hon eisini í fyrsta lopinum. Í næsta riggaði betur, um hon enn var í so varin. Hon kom tó út á 9,09 m. Í triðja riggaði teknikkurin væl, men tíanverri var tað yvirtrakk við 2 cm. Nú sá tað út til at loysna, tí hóast hon enn var í so varin, so var ein heilt annar dynamikkur í lopunum, sum gjørdi at hon í fjórða umfari økti til 9,18 m, sum er persónligt met. Hetta metið slapp tó ikki at standa leingi, tí í sætta og síðsta økti hon til 9,23 m og legði harvið 39 cm afturat sínum persónliga meti, og ognaði hon sær samstundis gullmerkið í kappingini.

Fleiri myndur eru í myndsavninum.