Framgongd hjá øllum á VU-spelen
Triðji dagurin vísti enn einaferð, at Hvirlunar kunna, eisini tá tað ikki gongur eins væl og tað plagar til venjing. Hesaferð var tað á 200 m tey royndu seg.
Gentur 16 ár
Fyrst vóru tað Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren, sum royndu seg. Tær vóru í sama riðli, Lucia á geil tvey og Elena á geil sjey. Báðar høvdu tær ein góðan 100 m í kroppinum frá degnum fyri, sum tankin var at byggja uppá. Hjá Elenu eydnaðist hetta partvís, meðan tað ikki gekk heilt eftir vild hjá Luciu. Elena fekk ein tekniskt góðan start, men fokus á teknikkin gjørdi at kraftin ikki heilt var har, hon kom tó væl upp at renna, og so var at halda trýsti á mál. Hjá Luciu miseydnaðist starturin heilt, og var hon alt ov títt í startinum. Harvið misti hon nógv í byrjani. Eftir fyrstu 100 m vóru tær báðar væl við, og har megnaði serliga Lucia, at renna seg langt fram aftur. Úrslitið gjørdist at Elena bøtti um sítt persónliga met við 0,47 sekundum til 29,08 sek og Lucia bøtti, hóast miseydnaðan start, um sítt persónliga met við 0,04 sek til 31,50 sek.
Dreingir 16 ár
So skjótt genturnar vóru lidnar, var tað Arni Bartal Joensen, sum skuldi í blokkin. Hansara mál var, at flyta fimm vikur gamla persónliga metið enn longur niður. Hann fekk ein góðan start, og kom væl runt í svinginum. Hann pressaði so eftir langsíðuni. Á málinum segði klokkan 27,92 sek, sum er 0,91 sek skjótari enn hansara persónliga met. Tað er eisini 6,05 sek skjótari enn skjótasta tíð, hann megnaði farna kappingarár, so ikki kann sigast annað enn, at hann hevur flutt seg sera nógv síðsta ári.
Nú verður so fari heim aftur at venja, men fyrst fara tey øll ein túr í Liseberg at hugna sær saman.