IMG 2278

Fleiri enn 200 børn hugnaðu sær á Stuttleikum

Tá Tórsbreyt var tikin í nýtslu í 2008, var fyrsta tiltakið Stuttleikir, og eins og fyri 15 árum síðan, so skipaðu ungu íðkararnir í Hvirluni fyri tiltakinum í ár. Byrja var, sum vant, kl 13, og longu væl áðrenn var bíðiraði langt við tilmeldingar skivuna, har fleiri enn 150 høvdu melda til online áðrenn byrjan.

Tað var Randi Kúrberg, sum setti leikirnar við eini røðu, har hon dugdi væl at fáa spentu børnini við. Síðan fóru nógvu børnini við teirra foreldrum, ommum, abbum, eldri systkin osf har tey kundu royna longdarlop, 60 m sprint ella bóltkast.

Tað var full ferð á øllum seks geilunum á 60 m, og báðum støðunum har tey lupu longdarlop og báðum støðunum har tey kastaðu bóltar. Áhugin at royna seg var so stórur, at tá kunna var um at heiðursmerkja handanin byrjaði kl 14:00 var ongin, sum møtti. Í staðin kastaðu, lupu og runnu tey víðari. Ein kø, sum eisini vísti seg at vera drúgv, var køin at keypa sær vaflur og kaffi. Hvussu nógvar vaflur í seldar vóru er ikki til at siga, men tað vóru 5 portiónir av deiggj við byrjan, og har var onki eftir tá liðugt var.

Eftir skránni skuldu Stuttleikir enda kl 15:00, men so leingi børn stóðu í kø at royna seg, var hildi áfram, og tí fór klokkan nakað av 15:00 áðrenn tað síðsta barnið var liðugt og hevði fingið sítt heiðursmerki.

Stuðla tiltakinum høvdu: Faroe Ship, Kids Leikur, SMS, MBM og PM heilsølu

Fleiri myndir í myndasavninum

Stutt um Stuttleikir. Endamálið við stuttleikum er trýbýtt:

  1. At geva ungu íðkarunum í Hvirluni høvið at vaksa, sum persónar, við at standa við endaligu ábyrgd av einum tiltakið. Teirra ábyrgd umfatar at skaffa sponsorar og hjálparar, at lýsa við tiltakinum osf. Afturfyri fara inntøkurnar frá tiltakinum beinleiðis til venjingarlegur, sum ungu íðkararnir luttaka í hvørt heyst.
  2. At geva børnum møguleikan, at royna seg sjálvan uttan at tað skal vera kapping. Hetta verður gjørt við, at hvør einstakur fær skjal við tilmelding, og á hetta skjal verða úrslitini hjá viðkomandi skriva á. Hetta er einasta stað úrslitini vera notera. So hava tey møguleikan fyri at síggja, um tey blíva betri tá tey møta aftur næstu ferð, nakað sum fleiri hava havt á orði. Tey børn, sum ynskja at kappast, kunna samanbera sítt avrik við avrikið hjá øðrum.
  3. At vísa børnum og teirra foreldrum, hvat fræls ítrótt er fyri nakað, við at loyva teimum at sprinta 60 m, sum er stytsti sprint-teinurin, leypa longdarlop, sum er einklasta lopið, og kasta bólt, sum er greinin børn gera í staðin fyri spjótkast.

Fyri avrikið fáa allir íðkarar heiðursmerkið, umframt okkurt at drekka og frugt frá sponsorum.