Dánjal vann Sparta Copenhagen Games
Dánjal Dahl Ljósheim, sum við ársbyrjan ongantíð var komin undir 50 sek á 400 m teininum, royndi seg í næstu kappingini á hesum teininum í Sparta Copenhagen Games. Ætlanin var at renna fyrstu 200 m uppá 23,5 sek. Dánjal legði tó út eitt sindur skjótari enn ætla, tí á 200 m segði klokkan 23,1 sek, sum 0,2 sek skjótari enn kravið til oyggjaleikirnar á 200 m teininum. Hann var eisini á einum tryggum fyrsta plássi á hálvum teini. Hann kempaði víðari og kom hann fyrst á mál.
Hetta var næsta kappingin hjá honum í ár, og fyri aðru ferð bøtti hann um sítt persónliga met, hesaferð til 49,55 sek. Harvið hevur hann bøtt um sítt persónliga met við 0,46 sek higartil í ár. Tíðin va eisini 2,45 sek skjótari enn oyggjaleikakravið á teininum.