DDL

Dánjal tvey persónlig met til DM

Dánjal Dahl Ljósheim, sum venur í felagnum Sparta í Keypmannahavn, luttók í kapping um danska meistaraheitið inni. Hann royndi seg á bæði 400 m og 200 m.

Fyrsta greinin hjá Dánjal var 400 m, sum er hansara favorit grein. Her var hann í B-finaluni, har hann var á geil 4. Dánjal visti at fyri at fáa góða tíð, var týdningarmikið at verða fremst eftir fyrstu 200 m. Hann legði tí út við einum høgum tempo, uttan at pressa 100%. Har var akkurát fyri, tí hann var beint frammanfyri nr 2 eftir 200 m og síðstu 200 m økti hann støðugt, og vann harvið B-finaluna trygt. Tíðin hjá Dánjal gjørdst 49,93 sek, og harvið kom Dánjal á fyrsta sinnið undir 50 sek innandura á hesum teininum. Tíðin var so mikið góð, at hann rann seg til eitt fjórðapláss samanlagt, bara 0,52 sek frá bronsumerkinum.

Annan dagin royndi Dánjal seg á 200 m, har hann longu hevur bøtt um sítt persónliga met í vetur. Her miseydnaðist starturin heilt, og var Dánjal tí væl aftanfyri hinar, tá hann kom úr fyrsta svingi. Hann rann seg tó væl innaftur í kappingina, og var líka við at heinta hinar móti endanum. Hóast ringa startin, so megnaði Dánjal at bøta um sítt 14 dagar gamla persónliga met, so tað nú eitur 22,86 sek.