Dánjal; silvur í boðrenning
Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði sína leið innan frælsar við, at royna seg á Stuttleikum. Hetta var tó ikki fyrstu ferð, hann royndi seg í ítrótti, tí hann hevði sum smádrongur vant. Tað var til stuttleikar, at hann royndi seg í kapping í frælsari ítrótt. Hetta fangaði hansara áhuga, og valdi hann tí at byrja at venja við Hvirluni.
Venjingin í byrjani var breið og royndi hann seg frá byrjan í flestu greinum. Fyrsta dagin hann kappaðist, rann hann 2 min 15,93 sek á 600 m, og frá hesum degi var tað miðteinurum, sum var tað, hann hevði mest hug á. Hvønn vetur var Dánjal við, tá kappast var á longu teinunum í vetrarkappingin, og her rann hann í byrjani aftaná stórabeiggja, og skjótt var pápin at síggja á startlistanum eisini.
Hesa tíðina gekk støðugt framá, og skjótt gjørdist ferðin so høg, at hann byrjaði, at renna upp móti teimum betru vaksnu rennarunum í vetrarkappingini. Enn valdi hann tó, at venja og kappast í øllum greinum. Hann fekk støðugt góð úrslit í nærum øllum, men alskurin til miðteinin var eyðsýndur. Hann dugdi væl at balansera venjing, arbeiðið og familju, tí tá Enniberg landaði, var hann til arbeiðis, men annars vandi hann miðvíst. Skjótt fóru vikuskiftisvenjingar fram í Kambsdali, tí her hevði Dánjal funnið sína einastu einu.
Tá Dánjal gjørdist 20 ár, avgjørdi hann at fara frá miðteininum, fyri í staðin at hugsavna seg um sprint, og har var tað serliga 400 m, sum dróg. Um broytingin hevði nakað við tað at gera, at Liverpool vann premier league fyrstu ferð í 30 ár, er ikki til at siga. 400 m teinurin fall Dánjali lætt frá fyrsta degi, men fyrsta árið var nýtt til at broyta rennistílin, so hann hóskaði seg betur til sprint, umframt at økja um toppferðina, soleiðis at hann hevði eitt nøktandi ferð-yvirskot.
Árið 2021 gjørdist hendingaríkt, tí eftir at hann giftist við Heidi flutti tey bæði til Keypmannahavn, har hann fór at lesa økonomi. Her kom hann at venja við felagnum Sparta, hjá Lars Pedesen, sum var ein av bestu, um ikki tann besti sprintarin í Danmark í 1990’unum. Her fekk Dánjal skjótt eina stóra framongd, og endaði hann við at renna 50,01 sek á 400 m teininum fyrsta árið, hann vandi niðri. Næsta ári bleiv nógv ávirka av, at pápin gjørdist sjúkur, og tí ferðaðist Dánjal støðugt heim at vera saman við pápanum til pápin, alt ov ungur, á vári legði árarnar inn. Hetta var tíðin har kappingarnar annars byrjaðu, og her megnaði Dánjal hóast mótgongd, at bøta um sítt persónliga met í øllum kappingunum, soleiðis at hansara persónliga met á teininum var flutt niður á 49,24 sek, tá hann fór umborð á flogfarið við hinum íðkarunum ávegis til Guernsey.
Á Guernsey hevði Dánjal eitt umfatandi program, tí hann skuldi renna 400 m innleiðandi fyrsta dagin, so vantandi finalu annan dagin. Triðja dagin var tað 200 m innleiðandi, og fjórða dagin var tað so 200 m semifinala og vantandi hálvfinala. Fimta dagin var tað so innleiðandi á 4x400 m og sætta dagin finala á 4x100 m og 4x400 m.
Á 400 m var hann styrkismettur nummar 5. Hóast nógvir høvdu runnið skjótt, so var Dánjal rættuliga vísur í, at hann kundi koma í finaluna, og tí gav hann bara tað í kravdist fyri at koma í finaluna. Her gjørdist tíðin 49,90 sek, og eitt trygt finalupláss. So var finalan á skrá. Her var onki spart. Eins og hann plagar, so legði Dánjal varliga út, fyri síðan at renna seg fram í feltin seinnu helvt. Úrslitið gjørdist at hann skar 0,18 sek av sínum persónliga meti. Tað rakk til eitt fimtapláss.
Dagin eftir var 200 m á skrá. Her var Dánjal styrkismettur nummar sjey. Her var tó sera tætt upp til top 3, og havandi í huga at Dánjal hevur bøtt munandi um sína bestu tíð á 100 m í ár, so var málið at renna seg í top 3. Her rann hann ein kontrolleraðan túr innleiðandi, og kom lættliga í semifinaluna. Her vísti tað seg tíðanverri, at hann hevði irritera ein yvirbelastning í knæðnum, sum gjørdi at hann valdi at geva avboð til 200 m til Danska meistaraheitið 2 vikur áðrenn oyggjaleikirnar. Hann royndi at hita upp, men føldi pínu. Hann valdi tí at renna, fyri at vita um hann kundi renna seg í eina finalu uttan at renna pressa 100%. Hetta lat seg ikki gera, og endaði Dánjal við at renna 23,00 sek í hálvfinaluni, sum ikki rakk til finalupláss.
Nú var uppgávan at fáa bilbukt við skaðan, soleiðis at hann kundi renna við stafettunum. Her var avgjørt, at spara Dánjal til innleiðandi 4x400 m, soleiðis at hann kundi vera klárur til finaluna. Eisini bleiv avgjørt, at geva avboð til 4x100 m finaluna. Hósdagurin bleiv so brúktur til, at gera venjingar og annars fáa beini klárt til finaluna. Tá hita var upp til finaluna, vísti tað seg, at Dánjal kundi renna, og var tað eini góð boð, tí hann fekk boðini (depechuna) á fimta plássi, men rann Føroyar fram á eitt annað pláss. Broytingar vóru seinni, men endaliga úrslitið gjørdist, at Dánjal var við til at vinna Føroyum eitt silvurmerkið við tíðini 3 min 18,31 sek, sum er føroyskt met.
Ætlandi var 400 m á oyggjaleikunum síðsta kapping á hesum teini í ár, men Dánjal vil gjarna undir 49 sek, og tí vil hann royna eina ferð afturat. Tað, sum talar fyri, at hann kann, er at hann hevur bøtt um sítt persónliga met í hvørjari tí einastu kapping á 400 m teininum í summar.