Dánjal føroyskt met á 300 m
Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði sítt kappingarár uttandura í kappingini Tårnby Games í Danmark. Eyðkenni við Tårnby Games er 300 m teinurin, sum vanliga ikki er grein hjá vaksnum. Tí er hetta rættuliga populer grein millum vaksnar íðkarar.
Dánjal, sum er í Danmark í lestrarørindum, venur til dagligt við felagnum Sparta í Keypmannahavn. 6. mai. Her er hansara primera fokus 400 m teinurin. Her er gingið støðugt framá, soleiðis at hann í apríl á fyrsta sinnið kom undir 50 sek. Í Tårnby var tað tó 300 m, sum var á skrá. Her var hann styrkismettur nr 3. Hetta gjørdi at hann var á geil 4 í síðsta og vantandi sterkasta riðli. Hann rann betri enn styrkismetingin segði, tí hann kom á mál sum nr 2 við tíðini 35,58 sek. Hetta var 0,37 sek skjótari enn føroyska metið hann tók í somu kapping í 2022.
hann gjørdist nr tvey í kappingini