Dánjal danskur meistari í 4x200 m boðrenning
Útyvir Tórur Mortensen, sum vann danska meistaraheitið í trýstøkk, so luttóku Dánjal Dahl Ljósheim og Tinna Berg Jørgensen eisini í inni-DM, har tey umboðaðu ávikavist Sparta og KIF. Dánjal luttók í 400 m leygardag og 200 m sunnudag, meðan Tinna luttók á 60 m leygardag og 200 m sunnudag. Harumframt var Dánjal við á liðinum hjá Sparta í 4x200 m boðrenning.
Dánjal byrjaði leygardag við at renna 400 m. Her var hann endaður á innastu geil í A-finaluni, har teir vantandi skjótastu rennararnir vóru. Dánjal vísti enn einaferð, at hansara byrjan er munandi betri enn hon var síðsta kappingarár. Krappa svingi á innastu geil kostaði tó eitt sindur, men hann kom út úr svinginum beint eftir hinar, sum allir vóru styrkismettir frammanfyri Dánjal. Hann helt trýsti og móti endanum var hann við at heinta inn á mannin frammanfyri, men hesaferð rakk hann tað ikki. Tíðin hjá Dánjal gjørdist 50,57 sek, sum er tað næstskjótasta, hann hevur runnið henda tein.
Sunnudag var so 200 m á skránni. Hesaferð var hann eitt sindur og títtur í startinum, og fekk tí ikki ferðina upp so effektivt, sum hann annars er førur fyri. Tí bleiv restina av teininum ein kampur um, at heinta tað mista innaftur. Ein nærum ómøgulig uppgáva tá teinurin einans er 200 m. Tíðin hjá Dánjal gjørdist 23,16 sek, sum er 0,19 sek frá persónliga metinum, hann setti í januar.
Inni-DM endaði við 4x200 m boðrenning, og her var Dánjal við sum triðji maður á liðinum hjá Sparta. Hendan kappingin gjørdist stak spennandi millum Hvidovre og Sparta, men tað endaði við at Sparta vann við tíðini 1 min 29,18 sek, bara 1,14 sek frammanfyri nummar tvey. Sostatt ognaði Dánjal sær sítt fyrsta DM gull hjá teimum vaksnu.
Tinna, sum fyri viku síðan flutti til Danmarkar luttók á fyrsta sinnið umboðandi sítt nýggja danska felag KIF (Københavns Idrætsforening). Hon hevur vant við eina viku, og skiftið frá einum venjingarumhvørvið og venjingartilgongd til eina nýggja er ikki sum at siga tað, men tað er gott at byrja við eini kapping, so íðkari og venjari kunna læra hvønn annan at kenna. Tinna byrjaði við 60 m, har hon tók tað føroyska metið fyri einari viku síðan. Vørumerkið hjá Tinnu plagar at vera starturin, men hesaferð misteydnaðist hann, og av tí at hon var í so lág, so kom hon ikki upp at útnytta sína høgu toppferð. Tíðin gjørdist tó 8,16 sek, sum er væl skjótari enn hon megnaði síðsta vetur, men tó nakað seinni enn hennara føroyska met á teininum.
Sunnudag rann hon, eins og Dánjal 200 m. Hesaferð yvirkompenseraði hon fyri 60 m startin, við at vera ov høg og misti hon tí drivið og harvið ferðina í byrjani. Eins og Dánjal var uppgávan at heinta tað innaftur. Høga toppferðin kom í spæl, men teinurin er ikki nóg langur, at heinta alt innaftur. Hon kom tí á mál við tíðini 27,61 sek, sum eins og á 60 m er væl skjótari enn hon megnaði síðsta kappingarár, men tó 0,29 sek frá persónliga metinum, hon setti síðsta vikuskfitið.