Dánjal bronsumerki á VU-spelen

Annar dagurin, var sprint dagur burturav hjá Hvirluni. Fyrst tríggjar ferðir 100 m og so at enda ein 400 m. Tað var enn nakað av regnið, men annars vóru umstøðurnar nærum perfektar; nærum tí at vindurin argaði eitt vet á 100 m.

100 m Gentur 16 ár

Fyrst skuldu Lucia Gjoveraa Sødergren og Elena Ellindsdóttir Olsen royna seg á 100 m. Her var Lucia í fyrsta riðli. Lucia hevur arbeitt við, at verða meir tolin í hvørjum feti, so hon nær at fáa nógva kraft niður í jørðina. Hetta er tó ikki nakað, ein kann hugsa um á einum 100 m, men tað sást at hon hevur flutt seg rætta vegin, tí við tíðini 14,88 sek skar hon 1,35 sek av sínum persónliga metið. Eisini er tíðina 0,3 sek skjótari enn, hon hevur megnað við ov nógum undanvindi. So átti Elena tørn. Hon hevur arbeitt við, at verða meir avspent tá hon rennur. Eins og hjá Luciu, so er tað ikki sum at siga tað, at taka hetta við í kapping, og slett ikki eina so stóra og intensa kapping sum VU-spelen er. Hon vísti tó eisini, at hon hevur flutt seg rætta vegin, tí hon rann fyrstu ferð undir 14 sek, sum er talentkravið hjá FÍF. Tíðanverri var vindurin 2,1 m/s undan, sum er 0,1 m/s ov nógv til, at úrslitið er góðkent. Tey 13,91 sek, sum klokkan segði, er tó 0,3 sek skjótari enn, hon hevur runnið teinin áður.

100 m Dreingir 16 ár

So var tað Arni Bartal Joensen, sum royndi seg. Hann hevur arbeitt við, at fáa størri rørslur, so hann fær meir effektivitet í einstaku rørsluna. Hetta hevur eydnast væl í vetur, og hevur hann longu flutt síni met nógv í ár, men ikki 100 m, tí hann hevur enn ikki runnið, har vindurin var minni enn 2,0 m/s undan. Eins og hjá Elenu, so argaði vindurin, tí eisini her var hann 0,1 m/s omanfyri tað mest loyvda. Tíðin gjørdist 13,40 sek, sum er 2,45 sek skjótari enn persónliga metið og 0,33 sek skjótari enn hann hevur runnið ið ov nógvum undanvindi.

VU-spelen 2024

400 m Menn

Síðstur í eldin var Dánjal Dahl Ljósheim. Hann skuldi royna seg á 400 m teininum, har hann fyri viku síðan bøtti um persónliga metið til 48,93 sek, hendan tíðin gjørdi at hann rann í A-riðlinum, tvs riðlinum har teir vantandi skjótastu runnu. Hann fekk ein góðan start, men misti eitt sindur í mun til teir skjótastu á fram til 200 m, men helt so og kom væl úr síðsta svinginum, har 100 m vóru eftir. Nu var orkan uppi, men viljin var har at pressa víðari, og megnaði hann at halda eitt triðja pláss heilt inn móti málinum, men ein nærkaðist móti endanum. Her valdi Dánjal so bókstaviliga at kasta seg um strikuna. Hetta var nóg mikið til at hann ognaði sær eitt triðja pláss í kappingini, og enn betur, so skar hann 0,32 sek av sínum viku gamla persónliga meti.