At kempa ein langan vetur í kuldanum loysur seg
Stórkappingarnar hjá ”Frælsur Ítróttur Føroya” eru tríggjar kappingar, har ung og vaksin hava møguleika fyri at kappast í sprint, miðtein, lop og/ella kast. Endamálið við hesum kappingunum er, at visa á fjølbroytni innan frælsu ítróttina. Hetta verður gjørt við at hvør grein einans er við í einum umfarið, soleiðis at t.d. man í lop kappast í Hæddarlop, Longdarlop og Trýstøkk, í sprint á 100 m, 200 m og 400 m (styttri í yngru árgangunum) osf. Stig verða givin til tey fremstu og tann, sum hevur flest stig tá allar kappingarnar eru lidnan fær gullheiðursmerkið fyri avrikið.
Hjá ungu Hvirlunum var hetta ein góður dagur, har tey allar flestu bøttu seg munandi í flestu kappingum. Hjá teimum eldru er tað serliga hugaligt at síggja, hvussu tey hava ment seg til venjingarnar í kulda og regni í vetur.
Gentur 6-7 ár
Yngsti bólkurin, sum er við til stórkappingarnar eru tey 6-7 ára gomlu. Í mun til tey eldru, so kappast tey einans í einari grein hvørt umfarð, og tá øll trý umførðini eru liðug, so fáa øll, sum hava luttikið eitt heiðursmerkið fyri innsatsin. Hesaferð var bóltkast á skrá, og her royndu Martha Hammer og Borgny Leitisstein Biskopstø við. Martha hevði roynt seg áður, men hetta var fyrstu ferð at Borgny var við.
Martha var trygg, tí longu í fyrsta kastinum legði hon smáðar 4 metrar omaná sítt persónliga met, men hon økti bæði í øðrum og triðja umfarið, soleiðis at hon endaði við at kasta 12,81 m og legði harvið 4,24 m omaná sítt persónliga met. Borgny, sum royndi seg á fyrsta sinnið, legði út við at kasta 7,31 m, hon økti til 7,60 m í øðrum, sum gjørdist tað longsta hesaferð.
Dreingir 6-7 ár
Eins og hjá gentunum, so vóru tvær Hvirlur við, tær vóru Edvard Bogason og Jónatan Vinther Tummasarson, sum báðir royndu seg á fyrsta sinnið á Tórsbreyt. Edvard legði út við at kasta 3,90 m, hetta økti hann so til 4,20 m í øðrum umfarið, sum gjørdist tað longsta hjá honum hesaferð. Jónatan legði út við at kasta bóltin heilt út á 14,09 m. Hann økti tó eins og Edvard í øðrum. Hann kom út á 18,25 m, sum gjørdist tað longsta.
Gentur 8-9 ár
Frida Bogadóttir og Jana Hammar umboðaðu aftur í ár Hvirluna í fyrstu stórkapping. Tær kundu royna seg á 60 m, 600 m, longarlop og bóltkast.
Á 60 m skóru tær báðar meir enn eitt sekund av sínum persónliga metið. Frida, sum ikki fekk startin at stia, meganði at renna teinin uppá 11,44 sek, sum er 1,15 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður, meðan Jana við tíðini 10,24 sek rann teinin 1,09 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður.
Tær fóru so beina leið til longdarlop, og aftur var stór framgongd. Jana legði út við at leypa 3,43 m og legði hon harvið 72 cm omaná sítt persónliga met. Frida legði út við at leypa 2,36 m, sum er 24 cm longri enn hon hevur gjørt áður. Jana økti til 3,49 m í øðrum umfarið, meðan Frida økti til 2,68 m í triðja umfarið.
So var bóltkast á skrá, og aftur vóru báðar klárar. Her kastaði Frida 8,81 m í fyrsta umfarið, meðan Jana kom út á 18,60 m. í øðrum økti Frida til 11,48 m, meðan Jana kom heilt út á 24,61 m. Jana økti aftur í triðja. Hesaferð kom hon heilt út á 28, 76 m, og harvið legði hon 7,61 m afturat sínum persónlia meti.
Síðsta greinin var 600 m. Her var Jana aftur klár tá skotið fór til tann 1½ umgangin á Tórsbreyt. Her kom hon á mál við tíðini 2 min 37,00 sek.
Dreingir 8-9 ár
Lui Ellindsson Olsen, Jósef Vinther Tummasarson, Verland Benjamin Nielsen Kruse og Ragnar Rannváarson Christiansen byrjaðu sín dag við sprint, sum hesaferð var 60 m. Lui, Jósef og Verland Benjamin høvdu roynt seg áður, meðan hetta var fyrstu ferð at Ragnar kappaðist. Her endaði tað við at Jósef, við tíðini 12,28 sek rann teinin heili 0,69 sek skjótari enn hann hevði gjørt áður. Lui rann teinin uppá 11,27 sek, sum er 0,1 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður, meðan Verland Benjamin var eitt vet seinni enn hann hevur gjørt áður. Tíðin hjá honum gjørdist 13,08 m. Ragnar rann teinin uppá 13,61 sek í síni fyrstu kapping í frælsari ítrótt.
Á miðteini var tað bara Ragnar sum royndi seg. Eins og hjá genunum var teinurin 600 m. Í síni fyrstu roynd megnaði Ragnar at koma undir 3 min. Neyva tíðin gjørdist 2 min 59,54 sek.
Lopið hesaferð var Longdarlop, og her vóru allir aftur klárir. Her legði Lui út við at leypa 2,68 m, meðan Jósef leyp 2,62 m, Ragnar 2,50 m og Verland Benjamin 1,84 m. Jósef økti í øðrum til 2,75 m. Verland Benjamin økti somuleiðis. Hann økti til 2,09 m. Verland Benjamin økti, sum tann einasti eisini í triðja umfarið. Her kom hann út á 2,33 m, sum er 20 cm longri enn hann hevur gjørt áður. Lui leyp 25 cm longri enn hann hevur gjørt áður og Josef 4 cm longri, meðan hetta var fyrstu ferð Ragnar royndi seg, og tí ikki hevði nakað úrslit at samanbera við.
Í bóltkast royndu Lui, Verland Benjamin og Ragnar seg. Her legði Verland Benjamin út við at kasta 11,94 m, Ragnar 14,18 m og Lui heilar 20,87 m. Ragnar økti í øðrum til 15,57 m, meðan Lui økti til 21,33 m í øðrum og aftur til 22,61 m í triðja. Sostatt legði Verland Benjamin 1,6 m omaná sítt persónliga met.
Gentur 10-11 ár
Tað vóru tríggjar Hvirlur við millum hinar 10-11 ára gomlu genturnar. Tær vóru Gloria Schmidt, Rebekka Æðustein Thomsen og Emma Hjørdis Kjær Kruse. Har Rebekka og Emma Hjørdis hava roynt seg áður, var hetta fyrsta kapping hjá Gloriu.
Fyrsta greinin var 100 m, sum ongin hevði roynt áður. Her gjørdist úrslitið at Gloria rann teinin uppá 19,74 sek, Rebekka uppá 19,16 sek og Emma Hjørdis uppá 20,10 sek.
Næsta greinin var longdarlop. Hetta er grein, sum Rebekka hevði roynt áður. Hon legði út við at leypa 2,51 m, sum er eitt vet styttri enn hennara persónliga met, meðan Gloria leyp 2,21 m í fyrsta umfarið. Rebekka økti í øðrum til 2,68 m og aftur í triðja út á 2,98 m, sum er 44 cm longri enn hon hevur lopið áður. Gloria kempaði fyri at koma longri út, men hesaferð var hennara fyrsta tað longsta.
Gentur 12-13 ár
Elisabet Joensen var einasamøll at umboðað Hvirluna millum hinar 12-13 ára gomlu genturnar. Elisabet hevur mest vant spjótkast, men her skuldi hon byrja við at kasta 0,75 kg tunga diskin. Hon hevur ikki roynt tað áður, men hon er nom, og eftir eina skjóta instruktión kastaði hon diskin út á 15,51 m longu í fyrsta umfarið. Hon royndi at koma longur, men tað fyrsta var tað longsta hesaferð. Tað rakk til eitt trygt fyrsta pláss í kappingini.
Elisabet royndi seg eisini á 100 m. Hon hevur ikki vant sprint, og valdi tí at starta frá standandi heldur enn at nýta startblokkarnar, sum annars verða nýttir tá man er vanur við teir. Hon rann væl, og serliga í byrjani var hon væl við, men móti endanum sást at hon ikki hevur vant sprint, og misti hon tí eitt sindur. Tíðin gjørdist tó 15,68 sek, sum er ein flott debut.
Síðsta greinin var hæddarlop, sum hon ikki hevði roynt áður, heldur ikki til venjing. Hon var tó til dystin fús, og kom lættliga uppum 1,00 m í fyrstu royndini. Tað var hált og tá hon ikki hevði røttu skógvar, og tí var áhalsin í næstu royndini, so valdi hon at steðga í kappingini.
Gentur 14-15 ár
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð hevur hugsavna seg um sprint og lop í vetur, og tí var hon spent tá skotið fór til 100 m, sum var fyrsta greinin. Hon kom væl úr blokkinum, men strekti seg eitt vet ov nógv fyrstu fetini, men kom tó væl upp í ferð, og hesa megnaði hon at halda allan vegin. Á málinum segði klokkan 14,16 sek, sum er 1,18 sek skjótari enn hennara persónliga met. Tað rakk til eitt triðjapláss í kappingini.
Hon royndi seg eisini í hæddarlopið, sum hon hevur vant tvær ferðir í seinastuni. Hon hevði tó avgjørt at halda seg til at saksa, tvs leypa og lenda á beinunum á madrassuni, heldur enn at gera eitt sokallað Fosbury-flop, har man leypur við rygginum niður móti stongini og so lendur á rygginum. Her byrajði hon at leypa á 1 m, sum hon kom trygt uppum. Hon leyp so allar hæddir upp til 1,31 m, har hon bara reiv yvirliggjaran niður eina ferð tá hann lá á 1,28 m. So kom stongin uppá 1,34 m. Fyrsta royndin miseydnaðist heilt. Tann næsta sá betur út, meðan í triðja var tað akkurtá so, at hon nart stongina, men tíðanverri var tað nóg mikið til at yvirligarin datt, og harvið gjørdist hennara besta hesaferð 1,31, sum er 16 cm hægri enn hon hevur megnað áður. Tað rakk til eitt annað pláss í kappingini.
Dreingir 14-15 ár
William Erik Schilling Kruse og Jóhan Waagstein vóru klárur tá skotið fór til startin á 100 m teininum. Báðir kom væl úr blokkinum, William við eyðkendu effektivu fetunum og Jóhan við teimum meir títtu, men kraftmiklu fetunum. Jóhan fór skjótt framvið, men William kempaði væl, og á málinum var hann beint í hølunum á Jóhan, sum vann við tíðini 14,19 sek. Tíðin hjá William gjørdist 14,44 sek. Jóhan rann teinin 1,68 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður, meðan William rann teinin 0,83 sek skjótari enn hann hevur megnað áður.
So fóru teir báðir til diskuskast, har Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Jógvan Ziska Simonsen eisini stóðu klárir. Her byrjaði Baldur við at kasta diskin heilt tú á 22,74 m, hetta tyktist nerva hinar, tí bara Jógvan Ingi fekk eitt góðkent kast. Tað bleiv máta til 20,63 m. Í øðrum umfari kastaði Jógvan 16,16 m og legði seg harvið á triðja pláss frammanfyri Jóhan sum kastaði 15,62 m. Í triðja umfarið fekk William at enda eitt góðkent kast. Tað bleiv máta til 17,30 m, meðan Jóhan rakti diskin í síðsta og økti ti 22,37 m, og tók harvið annaðpláss, bara 37 cm aftanfyri Baldur. Tíðanverri høvdu fyriskiparar avgjørt, uttan nærri kunning, at ungu kastarnir bara skuldu fáa tríggjar royndir, har tað annars er vanligt at fáa seks, og tí endaði kapping í so brádliga, har fleiri høvdu eina kenslu av, at har var meir at koma eftir.
Jóhan og William fóru so til hæddarlop. Jóhan hevði roynt seg áður, meðan hetta var fyrsta kapping hjá William. Teir byrjaðu báðir á 1,00 m, sum teir lættliga komu uppum. Teir fylgdust so uppum komandi hæddirnar til Jóhan á 1,15 m reiv yvirliggjaran niður í fyrstu royndini. Harvið legði William seg framum. Teir hildu tó á, og komu báðir uppum allar hæddirnar til og við 1,31 m. Á 1,34 m hevði Jóhan eina sera góða roynd, men hesaferð megnaði hann ikki at koma uppum, hann gjørdist sostatt nr 2, meðan William helt á. Fyrst við at leypa uppum 1,37 m í fyrstu royndini og so 1,40 m, aftur í fyrstu royndini. Tá yvirliggjarin fór upp á 1,42 m rakk tað ikki longur og sostatt vann William við einari hædd uppá 1,40 m.
Gentur 16-17 ár
Ai Waagstein, Elin Johnsdóttir og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaði dagin við at kasta 3,0 kg tunga hamaran. Her var hugaligt at síggja hvussu ymiskt tær tríggjar loystu uppgávuna, at kasta hamaran. Elin við at vera stabil á boygdum beinum, Lucia við at verða høg á nærum strektum beinum og Ai við at leggja hamaran langt út og so bara fáa ferð á. Allir hættir hava sínar fyrimunir og tí vil tíðin gera, at teirra mátar at kasta uppá koma at nærkast hvør øðrum. Hesa ferð legði Elin út við at kasta 20,06 m í fyrsta kasti, meðan hinar báðar kastaðu í netið. Í næsta kasti økti Elin til 23,53 m, meðan Lucia legði seg á fyrsta pláss við 24,63 m. Lucia økti aftur í triðja, hesaferð til 25,25 m, men nú bar betri til hjá Ai, sum fekk sítt fyrsta góðkenda kast. Tað bleiv máta til 28,57 m, og harvið legði hon seg á fyrsta pláss. Ai økti aftur í fimta og sætta umfarið, fyrst til 29,12 m og so til 29,77 m. Elin var líka við at fanga tann góða teknikkin, sum hon hevur havt til venjing, í síðsta umfari, men hesaferð rakti hon hann ikki. Meðan hetta var fyrsta kapping hjá Elin og Luciu, so legði Ai 2,64 m omaná sítt persónliga met.
So fóru Elin og Lucia til 100 m, har Elena Ellindsdóttir Olsen eisini var við. Elena, sum hevur tikið seg nógv fram til venjing, hevur ein forstrækning í rygginum, og tí var hon í iva um, hvussu væl hon megnaði at pressa, men hon royndi tó. Tíðanverri høvdu fyriskiparar valt at blanda seg á ein sera óhepnan hátt, tí í staðin fyri at lata tær seks 16-17 ára gomlu renna móti hvørjari aðrari, so høvdu fyriskiparar avgjørt at tvær skuldu renna saman við eldri og skjótari gentum, meðan hinar runnu hvør mótir aðrari. Tær, sum runnu saman við teimum skjótari, høvdu so tann fyrimun at tær blivu pressaðar og fingu harvið hjálp at renna skjótari enn tær høvdu gjørt, um tær runnu einsamallar. Allar hvirlurnar vóru í reina 16-17 ára riðlinum, og her var Elena skjótast avstað, og rann hon einasmøll frammanfyri hinar. Tíðin hjá henni gjørdist 14,17 sek, sum er 0,53 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Hetta rakk til eitt samla annað pláss, tí ein av teimum, sum runnu móti teimum eldru gentunum, var eitt vet skjótari, munurin var tó ikki størri enn at Elena kundi verði við í dystinum, um hon slapp at kappast um fyrsta plássi. Lucia, sum hevur runnið sera væl til venjing, fekk tað ikki at rigga hesaferð, men við tíðini 15,49 sek, skar hon tó eitt lítð sek av sínum persónliga meti, har hon var beint frammanfyri Elin, sum rann teinin uppá 16,05 sek.
Tær fóru so allar til longdarlop. Her vísti tað seg at ryggurin hjá Elenu argaði í meira lagi og valdi hon tí at leypa eitt lop, fyri at fáa eitt úrslit, men so at steðga. Hetta bleiv máta til 3,95 m. Elin legði út við at leypa 3,35 m, men økti so til 3,54, og legði seg harvið undir liðina á Luciu, sum eisini leyp 3,54 m í øðrum umfarið. Lucia var alt ov varðin fyrstu lopini, men í triðja legði hon meir orku í, og tá hon kom inn við meir ferð til plankan var úrslitið at hon leyp 4,02 m. Elin var hinvegin varðin við at hon leyp ov langt frá plankanum og misti harvið nógv. Hon megnaði at koma nærri plankanum, men tað gjørdi at hon setti ferðina niður og tískil gjørdist hennara longsta hesaferð 3,54 m, sum er væl longri enn hon hevur lopið áður. Lucia endaði á 4,02 m, sum er persónligt met við 17 cm.
Dreingir 16-17 ár
Arni Bartal Joensen var einasamallur í reyðum tá 16-17 ára ungu mennirnir kappaðust. Hann byrjaði á 100 m, har hann átti eitt persónligt met uppá 15,85 sek frá síðsta summar. Tað var tó lítil ivi um, at hann fór at renna skjótari enn tað, tí hann hevur vant væl í vetur og sæst tað aftur á venjingartíðum hjá honum. Størsta broytingin er rørslumynstri, sum er broytt markant. Hetta sást tá skotið fór, tí hann kom upp í nýggja effektivari rørslumynsti og helt tað allan vegin. Hetta gjørdi at hann kom undir 15 sek fyri fyrstu ferð, hann kom eisini undir 14 sek fyri fyrstu ferð, tí við tíðini 13,73 sek rann hann teinin heili 2,12 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður.
Arni Bartal royndi seg eisini í longdarlopi. Her legði hann út við at leypa 30 cm longri enn hann hevur lopið úti áður. So komu nøkur lop har hann ikki fekk tað heilt at sita. Ikki fyrr enn í síðsta umfarið riggaði aftur hjá honum. Tá leyp hann 4,36 m og legði harvið 35 cm omaná sítt persónliga met.
Kvinnur
Hjá teimum vaksnu var tað bara Elin Niclasen, sum royndi seg. Hon royndi seg við 4,0 kg tunga hamarnum. Hon hevur vant hamara í seinastuni, men eftir eina tíð, har tað ikki hevur riggað, so byrjaði teknikkurin aftur at sita í farnu viku. Hetta gjørdi at hon legði út við at bøta um sítt persónliga met tið 30,10 m longu í fyrsta umfarið. Hon økti í øðrum til 32,13 m. Í triðja royndi hon so at trýsta ferðina, men tað gjørdi at hon hálaði í so nógv í hamaran, og tí kom hon ikki fram. Hon kom tó út á 31,30 m. í fjórða riggaði betur og kom hon tá út á 32,57 m. Enn var hon tó varðin. Fimta var einasta kast, sum ikki fór útum 30 m strikuna, tí í sætta kom hon aftur útum 32 m, men tó nakrar cm styttri enn teir 32,57 hon kastaði í fjórða umfarið, sum hesaferð gjørdist tað longsta.